17. partur
Tað var longu í ungum aldri, at boð vóru eftir mær at veita troyst og hjálp til fólk, sum høvdu tørv fyri tí.
Tað var á vári 1919, at tað var eitt fýramannafar úr Hesti, sum á kvøldi ikki var komið aftur av útróðri. Eitt seksmannafar við sjey monnum fór at leita, men tað kom heldur ikki aftur. Hetta var sera løgið, tí veðrið var ikki so vánaligt, at roknast kundi við, at bátar fóru at ganga burtur.
Morgunin eftir komu boð til myndugleikarnar í Havn um tað, sum var hent. Biðið varð um, at ”góð menniskju” kundu koma út í Hest at tosa við tey, sum sótu eftir. Frú Ebba Müller var millum teirra, sum skuldu royna at fáa onkran út í oynna. Hon ringdi til míni á skrivstovuni og heitti á meg um at fara. Eg helt meg ikki vera egnaðan, helt eisini at eg var ov ungur til eina slíka uppgávu. Men eg var staðiliga biðin um at fara, so eg eftirlíkaði.
Tá ið eg fortaldi um hetta heima, vóru bæði Margretha og míni foreldur eins ivandi og eg var.
Men pápi mín var samstundis glaður um, at eg hevði fingið hesa áheitan, tí hann hevði havt eitt byggiarbeiði í Hesti nøkur ár frammanundan. Tá var hann blivin vinur við báðar teir saknaðu bátsformenninar. Mamma var samstundis vinkona við konu annan bátsformannin.
Eg varð fluttur út í Hest við einum motorbáti, men eg eri ikki førur fyri at útgreina, hvat ið eg kendi á mær, tá ið eg kom uppá land. Eg føldi meg sum eitt óverdugt lítið menniskja, men ein stillislig bøn til hin Almáttuga má hava verið blivin hoyrd, tí tá ið eg kom inn í raktu heimini, veruliga vóru tey øll rakt, var tað eins og orðini komu mær av munni á ein slíkan hátt, at eg føldi, at hesi fólk, eg tosaði við, høvdu funnið troyst og styrki at bera teirra stóru og tyngjandi sorg.
Bygdin var vissuliga hart rakt. Eftir í bygdini vóru bert nakrir fáir eldri menn, einkjur og børn. Tó var ein ungur maður eftir, Hans Frederik Joensen, seinni Lenvig, sum tilvildarliga ikki var heima hendan dagin. Vit vóru konfirmeraðir saman.
Teir næstu mánaðirnar kom eg ofta út í Hest í samband við tey mongu skiftini, sum vóru eftir teir farnu. Eg kendi meg í nógv ár knýttan til menniskjuni í Hesti. Vinkonan hjá mammu kallaðist Herdis f. Hentze. Hon var vist trímenningur mammu, og tað var úr Dalsgarði í Skálavík.
Herdis sat eftir við nógvum børnum. Tað elsta var tá umleið 12 ára gamalt. Hetta var Jóan Petur Joensen, sum fyrst gjørdist lærari í Ålborg, og seinni gjørdist hann fyrsti skúlaráðgevi í Føroyum.
Herdis helt fram at taka sær av garðinum og vitanum í Hesti. Nú er næstelsti sonurin vitapassari og hevur eisini garðin. [Hann fekk eisini eina harða lagnu og datt oman í Hesti seinni.]
Fólkaatkvøða um Vestindia
Um ta tíðina, tá ið eg gjørdist fulltrúi á dómaraskrivstovuni, var fólkaatkvøða um sølu av vestindisku oyggjunum, sum tá vóru undir donskum ræði.
Árið frammanundan hevði verið uppreistur, og danska stjórnin hevði sent krússaran Valkyrien yvir hagar at fáa skil á.
USA, sum fyrr hevði roynt at fáa hendur á oyggjarnar, gjørdi sær nú dælt av støðuni. Teir góvu donsku stjórnini eitt tilboð um at keypa oyggjarnar fyri 25 mill. dollarar.
Táverandi danska stjórin við Zahle, pápabeigga Ebbu Müller, á odda var fegin um at sleppa burtur úr uppreistrinum, og setti fram lógaruppskot á tingi um at avhenda oyggjarnar til USA.
Hetta mál skuldi so leggjast fyri fólkið við eini fólkaatkvøðu 16. desember 1916.
Vit á dómaraskrivstovuni gjørdust valstýri, og tað fall í mun lut at telja atkvøðurnar upp.
Eg minnist, at eg var errin um, at tað var ein stórur meiriluti í Føroyum ímóti hesi avhendan, meðan tað var stórur meiriluti í Danmark, 283.000 ja-atkvøður móti 158.000 nei-atkvøðum.
Sambandsflokkurin hevði agiterað sera hart ímóti uppskotinum. Pápi var tá tingmaður fyri sambandsflokkin, og hann var millum teirra, sum var nógv ímóti søluni. Sum tann loyali sonurin var eg eisini ímóti, at oyggjarnar vórðu seldar. Men tað var ikki bert tí. Tað var eisini mín sannføring, at tað var ein niðurgerð av ríkinum at fara at selja burtur av tí.
Millum grundgevingarnar fyri søluni var eisini, at um hetta ikki varð gjørt sjálvboðið, so fór USA at finna sær okkurt páskot at taka oyggjarnar, so sum at vilja verja teir innføddu, sum ynskti at koma saman við USA.
Eg helt hinvegin, at tað var betri at verða noyddur til hetta stig, heldur enn at gera tað sjálvboðið.
[Tað er nokk so áhugavert at hyggja at teimum føroysku atkvøðutølunum. Samlaða úrslitið var 348 ja-atkvøður og 717 nei. Hetta var uppá seg á leið tað øvugta av úrslitinum í Danmark.
Men tað var sera ymiskt frá valdømi til valdømi. Í Suðuroy, Suðurstreym, Norðstreym og Eysturoy var meiriluti av nei-atkvøðum. Í Sandoy, Vágum og Norðoyggjum vóru fleiri ja enn nei-atkvøður.
Men tað var eisini stórur munur í bygdunum í sama valdømi. Taka vit Suðuroynna var í Sandvík 1 atkvøða fyri og 37 ímóti, meðan tað á Tvøroyri vóru 31 fyri og 22 ímóti.
Størsti nei-meirilutin var í Eysturoy 65 ja-atkvøðum ímóti 377. Men her var eisini ymiskt frá bygd til bygd. Í Funningi og Gjógv var ja-meiriluti, meðan tað t.d. á Toftum vóru 2 ja-atkvøður og 74 nei.
Tað er nokk so greitt, at sjálvstýrismenn hava atkvøtt ja, og sambandsmenn nei, hóast oyggjarnar fóru frá einum sambandi til annað.]