Kristian heldur fast

Formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, heldur framvegis, at tað er skeivt at veita ein skattalætta komandi ár, hóast samgongan er komin ásamt um tað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005. -Eg havi roynt at gjørt vart við míni sjónarmið í samgonguni, men eg fái ongan stuðul, og tá er ikki nógv, eg kann gera, sigur Kristian Magnussen

Eitt týskvøld fyri góðum mánaði síðan segði ein avgjørdur Kristian Magnussen í Degi og viku, at hann metti tað vera ábyrgdarleyst av samgonguni at lata ein skattalætta á komandi fíggjárlóg, tá landskassin var mikið sperdur.
Fíggjarlógaruppskotið hjá Bárði Nielsen og samgonguni eru nú lagt fram, og ein skattalætti á 60 mió. krónur er millum ætlanirnar hjá ABC-samgonguni fyri fíggjarárið 2005. Vit hava spurt formannin í tingbólki Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, um hann hevur broytt støðu í málinum um skattalættan hjá samgonguni.

Óbroytt
Kristian Magnussen sigur, at hann hevur framvegis ta støðu, at tað er skeivt at veita ein skattalætta komandi ár. Hann ásannar kortini, at hann stendur rættiliga einsamallur í málinum.
? Tað eru eftir øllum at døma fá, sum halda tað sama sum eg, tí væntandi verður ein skattalætti latin komandi ár. Eg havi roynt at gjørt vart við míni sjónarmið í samgonguni, men eg fái ongan stuðul, og tá er ikki nógv, eg kann gera, sigur Kristian Magnussen
Formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins sigur, at hinir samgongulimirnir halda fast um samgonguavtaluna frá januar mánaði í ár, og tí eru teir ikki at vika í málinum
?Vit eru noydd at stinga fingurin í jørðina og ásanna, at búskaparliga støðan er ikki hin rætta til at veita ein skattalætta, og hóast eg havi roynt at greiða hinum samgongulimunum frá tí, halda teir fast um avtaluna, sum vit gjørdu í januar mánaði, vísir Kristian Magnussen á.

Eingin kreppa
Kristian Magnussen heldur, at tær 60 mió. krónurnar, sum ætlanin er at lata í skattalætta í 2005 áttu heldur at verðið nýttar til at lækka um hallið á fíggjarlógini.
?Vit mugu leggja okkum í geyma, at vit framvegis ikki hava eina kreppu í Føroyum, men talan er hinvegin um normalar tíðir. Hóast prísirnir ikki eru av teimum bestu í løtuni, so fiska vit nógv. Vit áttu tí heldur at brúkt pengarnar, ið fara til skattalætta, til at minka um hallið, sum er alt ov stórt, tá hugsað verður um, at føroyska samfelagið ikki er í eini kreppu, sigur Kristian Magnussen

Mynd: Kristian
?Vit eru noydd at stinga fingurin í jørðina og ásanna, at búskaparliga støðan er ikki hin rætta til at veita ein skattalætta, og hóast eg havi roynt at greiða hinum samgongulimunum frá tí, halda teir fast um avtaluna, sum vit gjørdu í januar mánaði, vísir Kristian Magnussen á.
Mynd: Savnsmynd