Kristian heldur jól á Falster

Kristian Matras Absalonsen av Viðareiði er ein av teimum mongu útisetum, ið ikki kemur heim til Føroyar á jólum. Orsøkin til hetta er, at hann fer at halda jól saman við donsku dámu síni, Jennifer. Hann hevði ætlanir um at koma til Føroyar at halda jól, men av tí at Kristian ikki kundi fáa fríð frá lestrarstarvið sínum, so bar hetta ikki til í ár.

 

Kristian og Jennifer skulu halda jól saman við familju hennara á Falster, og hetta er ikki fyrstu fer at Kristian er staddur uttanlanda á jólum.

 

- Eg havi tvær ferðir verið burtur á jólum. Fyrstufer var í 2006 tá eg var staddur onkustaðni norðan fyri Norra ein góðan illveðurstúr við Sundaberg, og aðruferð var í 2008, tá eg var í Australia, har eg fjakkaði frá septembur til apríl, sigur Kristian.

 

Kristian sigur, at jólaaftan verður hildin við maner í ár.

 

- Svigermor stendur á odda fyri matinum, ella tað hopi eg, tí annars verður tað eg, ið endi við at standa har. Menuin verður fleskasteik, dunna og so eri eg so heppin at eg eri slektaður av bóndaætt. Úr Føroyum, ja heilt úr norđastu bygd, Viðareiði, havi eg fingið eina gás sendandi frá mínari kæru familju.

Annars verður "tilbehør" til matin tað sama. Waldorfsalat, brúnkaði epli, kókaði epli, reyttkál, brúna sós, og man ikki onkur vín fløska verða drukkin. Til dessert verður tað tann danska delikatessan, Riz à l'amande, og tær kókaðu kleynunum, ið babba hevur sent mær, sigur Kristian.


Heima hjá foreldrunum hjá Kristian er hugnaligt at vera á jólum.

 

- Jólaaftan bjóða mamma og babba øllum børnunum og ommu- og abbabørnunum heim til sín sjálvs, og babba stendur fyri tí mesta av matinum jólaaftan, og tað sleppur hann væl avstað við, tí hann er ein góður kokkur, sigur Kristian.

 

- Heima hjá okkum á Viðareiði hava vit tveir føðingardagar jólaaftan, og á hvørjum árið verđur tí byrjað við kakao og bollum, sigur Kristian, og leggur afturat at hóast tað er nógv hann fer at sakna við teimum føroysku jólunum, so fer hann at hugna sær niðri í Keypmannahavn.