Flytingargluggin í føroyskum fótbólti lat aftur fyri løtu síðani, og tað vóru tá ið saman um kom nakrar flytingar tilsamans. Mest fylgda flytingin man uttan iva hava verið landsliðsmálverjin Kristian Joensen, sum hevur leitað sær aðrar møguleikar síðani NSÍ fekk Andras Gango til felagið. Nú er greitt, at hann skiftir til grannarnar í B68.
Lesið beinleiðis dagføringina av seinasta degnum í hesum flytingarglugganum niðanfyri:
Kl.23.59: Loksins er tað vorðið alment, at Kristian Joensen skiftir NSÍ út við B68. Talan er í fyrstu atløgu um ein leigusáttmála fram til í summar. ÍF var eisini í sambandi við Kristian Joensen, men har spurdist einki burturúr. Í B68 mugu Mads Nesá og Ragnar Lindholm nú víkja fyri Kristiani Joensen.
Kl.23.25: Tað er framvegis einki nýtt at frætta um Kristian Joensen, og Norðlýsið skrivar, at hann verður verandi í NSÍ. Sambært keldum hjá in.fo bendir tó framvegis alt á, at hann skiftir felag í evstu løtu.
Kl.21.55: Tað er líkt til, at NSÍ-málverjin Kristian Joensen er komin væl áleiðis at finna sær nýtt felag. Útlit fyri at sita á beinkinum hjá NSÍ eru ikki nøktandi fyri eykamálverjan á landsliðnum, og eru ÍF og B68 bestu boðini upp á komandi felag hansara. in.fo skilir, at hann helst endar í Fuglafirði. Meiri verður at frætta á in.fo seinni.
Kl.21.30: Norðlýsið skrivar, at B68 er áhugað í at leiga spælarar í KÍ. Talan er um Ivan Joensen, Ísak Simonsen og Tórur Justesen. Enn hevur B68 bara spurt seg fyri og ein avgerð fellur væntandi seinni í kvøld.
Dagf. kl.22.20: Tummas Lervig, formaður í KÍ, staðfestir, at eingin KÍ-leikari verður útleigaður og at eingin leikaraflyting verður framd afturat í hesum flytingarglugganum.
Kl.20.50: Venjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe, váttar, at EB/Streymur ikki fremur nakra leikaraflyting í kvøld. EB/Streymur hevur frammanundan fingið Jónas Tór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Høgna Madsen afturat í hópin.
Kl.19:15: Robert Heðin Brockie, sum fekk gjøgnumbrot í B36 í fjør, verður ikki við ein part av kappingarárinum 2014. Miðverjuleikarin verður tá staddur uttanlands. B36-formaðurin, Heiðrikur Christiansen, vísir aftur, at teir leita eftir avloysara. Hann sigur, at teir hava greiðar ætlanir um at klára seg við tí tilfeingi, sum er.
Kl.17.45: Andrias á Líknargøtu skiftir barndómsfelagið NSÍ út við grannarnar í B68. Í 2012 var hann at kalla fastur partur av besta liðnum hjá NSÍ, men í fjør spældi hann fyri tað mesta á næstbesta liðnum. Andrias er framrættaður leikari og hevur fyri tað mesta verið at síggja á miðjuni og í álopinum.
Kl.17.30: AB hevur skrivað undir sáttmála við tveir nú fyrrverandi HB-leikarar. Talan er um 21 ára gamla Sørin Nygaard Samuelsen, sum hevur gjørt um seg á næstbesta liðnum hjá HB, eins og sáttmáli er gjørdur við 19 ára gamla Magnus Egilsson, sum hevur skift ímillum besta og næstbesta liðið hjá HB. Hann hevur áður spælt við danska OB, men seinastu tíðina hevur hann eisini roynt seg á Skála.
Kl.17.15: Skála váttar, at sáttmálið er undirskrivaður við 23 ára gamla russiska málverjan, Mark Ryutin, sum áður hevur fingið rós eftir royndarvenjing við AaB, men sum tó er endaður í Føroyum eftir at tað ikki eydnaðist honum at fáa sáttmála hvørki í AaB ella FC Hjørring. Eisini Rói av Fløtum, sum hevur vant við seinastu vikurnar, er komin til Skála úr HB.
Kl.15.20: Brasilski Rodrigo Silva verður aftur at síggja í KÍ-búnanum í ár. Seinastu vikurnar hevur hann vant við felagnum, og hetta hevur gingist somikið væl, at sáttmáli nú er undirskrivaður. Tað veit Norðlýsið at siga. Rodrigo spældi við KÍ í 2008, og ta ferðina skeyt hann 11 mál í 23 dystum.