Kristian valdur til varaforseta í EHF nevnd

Kristian Johansen varaforseti í dómaranevndini

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur tað eydnast, at fáa eitt føroyskt umboð í eina nevnd hjá evropesiska hondbóltssambandinum. Talan er um fyrrverandi altjóða dómaran Kristian Johansen.

 

Tað hendi á EHF Congress, sum er í hesum døgum í St. Wolfgang í Eysturríki. Kristian Johansen er fyrrverandi starvsnevndarformaður í HSF, hevur verið altjóða dómari og er enn altjóða eygleiðari hjá EHF.

 

EHF Court of Handball er nevndin sum viðgerð agabrot og ásetur møguligar sanktiónir í dystum í EHF-regi. Nevndin telur níggju limir, ein forseta, tveir varaforsetar og seks nevndarlimir, skrivar hondbóltssambandið.