Kristian var høvuðsleikari í Hólmanum

Innskifti klaksvíkingurin skoraði sigursmálið, áðrenn hann at enda varð vístur av vølli

EB/Streymur hevur av álvara lagt alt tos um niðurflyting burtur. Í kvøld vann EB/Streymur 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. EB/Streymur hevur 17 stig, og nú snýr dagsskráin hjá teimum í Hólmanum á Eiði seg um at vinna pláss í miðjuni á stigatalvuni. Stigatalið hjá EB/Streymi er tað sama, sum tað er hjá Víkingi.

 

Næsti dystur hjá EB/Streymi verður um tvær vikur, tá ið FC Suðuroy verður gestur í Hólmanum á Eiði.

 

Høvuðsleikari á Eiði í dag var Kristian Svabo Samuelsen hjá EB/Streymi. Hann varð skiftur inn í 81. minutti, og fýra minuttir seinni skoraði hann sigursmálið. Hann tók sær fyrst av frísparki á mótstøðuhálvuni, og so tók hann sær av hornasparki í høgru. Bólturin støkk aftur til Kristian, sum dró eitt sindur inn úr høgru, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin streyk eftir vøllinum og undir Ara í Haraldstovu Petersen í 07 Vestur málinum.

 

Tá ið klokkan var farin tveir minuttir yvir vanligu leiktíðina sá Kristian Svabo Eliasen beinleiðis reytt kort fyri ógvusligan nærdyst mitt á vøllnum.

 

Hetta var annað málið í bestu landskappingini hjá Kristiani Svabo Eliasen. Í fjør skoraði hann í 4-1 heimasigri ímóti NSÍ, eftir at hann eftir summarsteðgin skifti úr barndómsfelagnum í Klaksvík og til EB/Streym.

 

Hetta var fyrsta tapið hjá 07 Vestur síðani venjaraskiftið. 07 Vestur hevur vunnið á heimavølli ímóti TB og B68, og nú gekk tað ikki meiri. 07 Vestur vann seg til fleiri góðar støður og fleiri hornaspørk enn heimaliðið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Jóannesi Davidsen í heimamálinum.

 

Tríggjar tær næstu ferðirnar fer 07 Vestur at spæla á heimavølli ímóti KÍ og HB og so á útivølli ímóti B36.