Kristin Michelsen er tann tingmaður, sum hevur møtt ringast upp til tingfundir hesa tingsetuna.
Tað vísir gerðabókin hjá Løgtinginum.
Løgtingið hevur havt 46 fundir síðani tingsetan byrjaði á ólavsøku. Kristin Michelsen hevur verið burturstaddur 9 ferðir, sum svarar til eina fráveru upp á 19,6 prosent.
Næstir eftir Kristini Michelsen koma Kaj Leo Holm Johannesen og Jacob Vestergaard, sum hava verið burturstaddir á 5 tingfundum, svarandi til 10,9 prosent.
Tveir varamenn, sum hava havt sæti í styttri tíðarskeið eru eisini skrivaðir fyri frávera frá einum fundi. Teir eru Bárður Kass Nielsen, sum hevði sætið frá 22. november til 9. desember, og Helgi Abrahamsen, sum hevði sæti frá eina viku í august, eina viku í oktober og frá 2. november til 10. desember.
Fráveran hjá tingfólki sær sambært gerðabókini hjá Løgtinginum soleiðis út:
Tingfólk | Fundir | Frávera % | |
Kristin Michelsen | 9 | 19,6 | |
Kaj Leo Holm Johannesen | 5 | 10,9 | |
Jacob Vestergaard | 5 | 10,9 | |
Bjarni Hammer | 4 | 8,7 | |
Jákup Mikkelsen | 3 | 6,5 | |
Djóni Nolsøe Joensen | 3 | 6,5 | |
Magni Laksáfoss | 3 | 6,5 | |
Joen Magnus Rasmussen | 2 | 4,3 | |
Jenis av Rana | 2 | 4,3 | |
Bjørt Samuelsen | 2 | 4,3 | |
Bjørn Kalsø | 2 | 4,3 | |
Kristianna Winther Poulsen | 2 | 4,3 | |
Pauli T. Petersen | 1 | 2,2 | |
Heðin Mortensen | 1 | 2,2 | |
Sonja Jógvansdóttir | 1 | 2,2 | |
Ingolf S. Olsen | 1 | 2,2 | |
Jógvan Skorheim | 1 | 2,2 | |
Jónleif Johannesen | 1 | 2,2 | |
Bárður á Steig Nielsen | 1 | 2,2 | |
Henrik Old | 1 | 2,2 | |
|
|
| |
|
|
| |
Varamenn |
|
| |
Helgi Abrahamsen | 1 |
| |
Bárður Kass Nielsen | 1 |
|