Kemur Tjóðveldið aftur í samgongu eftir næsta løgtingsval, skulu stórar broytingar gerast í tí førda politikkinum hjá hesi samgonguni.
Tað boðar Kristina Háfoss, talskvinna hjá Tjóðveldi í fíggjar- og bússkaparmálum, frá í grein, sum stendur í Sosialinum, ið kemur í sølubúðurnar nú seinnapartin í dag.
Í hesum sambandi boðar hon frá, at flatskatturin skal takast av aftur, at skatturin á lág og miðalinntøkurnar skal lækkast og at pensjónsskatturin skal umleggjast aftur.
Kristina Háfoss sigur, at tað verður neyðugt at lækka vanligi skatturin á arbeiði. Tað merkir, at flatskatturin skal broytast aftur, so at skatturin aftur verður meiri stigveksandi. - Marginalskatturin skal ikki hækkast, men hinvegin skal skatturin á lág- og miðalinntøkum lækkast.
Hetta skal fíggjast við, at inntøkurnar, landskassin fær frá tilfeingis- og brúksgjøldum á alivinnuna, verða latnar fólki við lág- og miðalinntøkum sum skattalætti.
Inntøkurnar frá tilfeingis- og brúksgjøldum á alivinnuna skal eisini brúkast til at hækka barnafrádráttin hjá barnafamiljum og barnaískoytið til stakar uppihaldarar.
Sum støðan er nú, fær landskassin 170 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum.
Hon sigur, at samstundis skal pensjónsskatturin broytast aftur og hann skal javntsetast við lønarskattin.
_Harvið verður pensjónsskatturin aftur stigveksandi, og lækkar sostatt munandi fyri lág- og miðallønt, sigur talskvinnan hjá Tjóðveldið í greinini í Sosialinum seinnapartin í dag.
- Hartil skal pensjónsskatturin aftur rindast við útgjald heldur enn við inngjald, sum hann verður nú.
Annars hava bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini boðað frá eini skattanýskipan, har skatturin á lág og miðalinntøkum skal lækkast. Men teir siga, at tann skattalættin skal fíggjast við fleiri brúkaragjøldum á fólk. Men tað vil Kristina Háfoss ikki hoyra talan um.
- Brúkaragjøld raka sosialt skeivt, tí tey raka tey við lág- og miðalinntøkum nógv harðari enn tey við hægri inntøkum, sigur Kristian Háfoss. Í Sosialinum sum kemur í sølubúðurnar seinnapartin í dag, er nógv meiri at lesa um hetta. |