Kristleif Zachariasen við fløgu

Fyrsta føroyska singer/songwriter kappingin var hildini fjør. Vinnarin, Kristleif Zachariasen, ið vann við lagnum dreymanna land, hevur gjørt skjótt av, og hevur nú longu latið eina fløgu úr hondum

Heitið á fløguni er litleysir blettir, og talan er um eina fløgu við 10 løgum, ið hann sjálvur hevur skrivað orð og løg til.
Løgini eru øll á føroyskum.
Singer/songwriter genran er ógvuliga vælumtókt í løtuni. Allastaðni um heimin verða sangararnir við sínum kassaguitarum móttiknir við opnum ørmum. Eisini í Føroyum tykist hetta tónleikaslag sláa ígjøgnum.
Hendan fløgan kann tó ikki samanberast við stílin hjá okkara kendasta singer/songwriter tónleikara, Teiti Lassen. Heldur minnir tónleikurin ? og kanska serliga sangurin hjá Kristleifi, um tónleikin og sangin hjá Kára Sverrisyni.
Fløgan er upptikin í Útvarpi Føroya, og tað er Tutl, ið gevur út.