Kristoffur er hetjan

Sjey dagar og fýra mál. Kristoffur Jakobsen er hetjan í Klaksvík í hesum døgum. Hann skeyt bæði málini, tá uppflytararnir vunnu uppiborið á ÍF

Kristoffur Jakobsen hevur verið millum bestu spælararnar hjá klaksvíkingum í hesum kappingarárinum. Miðvallarin hevði torført við at vinna sær pláss á liðnum hjá EB/Streymi í fjør. Tað, sum vendi niður, vendir nú upp. Hann flutti aftur til barndómsfelagið í vetur, og Jakobsen er væl upp­lagdur. Síðsta vikuskiftið kom hann tvær ferðir á mál­talvuna, tá klaksvíkingar vunnu trivaligan sigur á HB í Gunda­dali. Fríggjakvøldið stóð hann fyri báðum málunum, tá KÍ vann 2-0 á ÍF.

Gjørdi bart
Tað var í seinna hálvleiki, at Kristoffur Jakobsen gjørdi bart. Hann var farin framvið fleiri mótstøðumonnum, tá hann smekkaði til, og Haldgrím Hansen, sum loysti skadda Jákup Mikkelsen av fyri steðg­in, hevði lítlan møguleika at verja fyri. Liðini spældu seg ann­ars ikki fram til stórvegis møgu­leikar.
Fuglfirðingar tóktist ikki hava stórvegis amboð at svara aftur við. Tað kom eisini dátt við, at Jan Ellingsgaard varð útvístur nakrar fáar minuttir seinni. Tá fekk hann sítt seinna gula kort.
10 minuttir restaðu í, tá Kristoffur Jakobsen økti um leiðsl­una. Henry Heinesen átti uppleggið úr høgru, tá Jakobsen sendi bóltin upp und­ir nettakið.

Skulu hava 24 stig
Klaksvíkingar hava 16 stig eftir 10 landskappingardystir. Málið er fremst av øllum at varðveita sætið í deildini. 24 stig plaga at vera nógmikið fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað restar tískil lítið í hjá KÍ. Hóast klaks­víkingar hava vunnið tveir dystir upp í slag, og liðið brádliga er við í stríðnum um altjóða luttøku, so hugsar KÍ fremst av øllum um at røkka málsetningnum, sum er at vera í bestu deildini í 2012. Tá tað er rokkið, kunnu klaksvíkingar hyggja upp eftir stigatalvuni.