Kroatia fekk í posa og sekk

EM 2020: Ongland vann bólkin, men tað var Kroatia, sum fekk í posa og sekk

Ongland er vinnari av bólki D, eftir at teir í gjár vunnu 1-0 á Kekkia á Wembley. Raheem Sterling skoraði málið. Kroatia fekk í posa og sekk, tá teir vunnu 3-1 á Skotlandi. Kroatia skal nú helst møta Slovakia ella Spania, meðan Ongland kann renna seg í mótstøðu sum Týskland, Frakland og Portugal.

 

Tað var undan dystinum lagt upp til, at tað var ongin fyrimunur at vinna dystin á Wembley, tí tað endar við einum dysti móti sterkari mótstøðu. Ongland hevði so ikki lisið upp á, tí teir fóru beint í álop.

 

Raheem Sterling rakti fyrst stongina, og løtu seinnu sendi hann innleggið frá Jack Grealish í málið. Kekkia hevði onkran møguleika at javna, men tað endaði við 1-0 sigri. Við tapinum endaði Kekkia á triðja plássið.

 

Kroatia vann 3-1 á Skotlandi. Luka Modric var stóra hetjan á Hampton Park. Hann skoraði eitt framúr vakurt mál til 2-1 og átti uppleggið til 3-1.

 

Bólkur D:

 

Kroatia – Skotland 3-1

 

Kekkia – Ongland 0-1

 

Støðan:

 

1: Ongland 7 +2 (málmunur)

 

2: Kroatia 4 +1

 

3: Kekkia 4 +1

 

4: Skotland 1 -4