Klokkan er tólv minuttir yvir sjey. Tað er fríggjakvøld, og fólk hava leitað sær í KÍ-høllina, har donsk krossferð steðgar á nakrar dagar.
Alt í einum stendur hann inni á gólvinum í høllini. Christian Hedegaard. Hann er ungur danskur prædikkumaður og ein slag av stjørnu hesi kvøldini, krossferðin í Klaksvík varðar.
Hann er smartur, væl klæddur og vakin. Hann stingur eina fartelefon í lumman, tá hann fer at heilsa upp á ungfólk í høllini. Tað ræður um at hava samband - bæði upp eftir, við forgeingiligar skapningar á foldum og við heimið.
Tú kanst ikki lata verða við at síggja munin millum tann unga og framfýsna Christian Hedegaard og tann ídna og meira tilkomna Moses Hansen, sum eisini hin høvuðsleiklutin á krossferðini í Klaksvík. Christian er í neyvt seymaðum jakkasetti, meðan Moses er í eini hvítari troyggju við áskriftini Kristus er svarið.
Men teir hava sama endamál og standa eisini lið um lið í fremstu røð.
Sangurin rungar
Hóast krossferðini skal byrja klokkan sjey, ganga tað meira enn 20 minuttir út yvir, áðrenn nakað hendir á pallinum, har sangarar, kór og bólkur seta gongd á kvøldið.
Fyrsta tíman rungar lovsangurin næstan uttan steðg. Við hvørt verður sungið á enskum, við hvørt á donskum, og onkrir sangir eru eisini á føroyskum. Ein bólkur spælir undir alla tíðina, og kór stuðlar eisini sanginum.
Ein maður við fullum skeggi situr við eitt ljómborð miðskeiðis á pallinum, og hann sparir ikki tangentarnar. Hann bukar á ljómborðið, meðan trummur, bassur og gittar eisini spræna orku og ljóð út í høllina.
Sangurin gongur væl, og fólkið í høllini tekur væl undir við. Tey dansa, klappa og hoppa, og meginparturin av teimum 200 fólkunum er við uppá tað.
Onkur hevur sett har afturi í høllini. Ger ikki so nógv hóvasták burtur úr, men fylgir væl við í gongdini.
Hásur av at proklamera
Pauli Høj er ein av teimum fyrstu, sum tekur tráðleysu mikrofonina. Tað ræður um at hava samband og verða leysur.
- Vit fara hesar dagarnar at proklamera Jesus í Klaksvík, sum ongantíð áður. Eg eri longur hásur, sum eg havi proklamerað, sigur hann, og fólk í høllini svara aftur við amen og halleluja.
Fólkið er lívligt. Tey veipa og liva við, tey svara aftur, bæði tá tey verða spurd og ikki, og javnan eru halleluja og amen at hoyra. Ein fyrrverandi poppari letur seg úr troyggjuni. Hann hevur fingið hita av at syngja og klappa.
Eftir at Pauli Høj hevur lovað eina sterka og miðvísa proklamatión í Klaksvík, kemur ein av teimum mongu dønunum, sum eru í høllini hetta kvøldið. Hann stendur fyri søluni av fløgum, klæðum, bókum, skreytlutum og øðrum, har Jesus er reyði tráðurin við áskriftum.
- Eg eri sannførdur um, at vit fara at tosa føroyskt í himli, tí tað tekur ein ævinleika at læra tað, sigur hann.
Hann bjóðar fólki fram at longu søluborðunum í endanum av høllini, og hann heldur, at fólk skulu fáa sær klæði, har navnið á Jesus er sjónligt.
- Merki og nøvn á klæðum verða sædd av eini 10.000 fólkum, meðan vit ganga í teimum. Hví ganga við Nike a klæðunum, tá vit kunnu ganga í Jesus-klæðum, spyr hann.
Kredittkort á møti
Tað skulu pengar til at hava eina krossferð koyrandi, og tað verða fólk eisini mint á, tá Bergur Skovgaard fer á pallin. Bergur er prædikkumaður í Svendborg.
- Tað er løgið at tosa um pengar fyri eini kristnari fjøld, tí alt skal verða so diskret. Men eg kann bara siga, at eg lati mínar pengar til Gud, sigur hann.
Alt í einum byrjar hann at synga eina sang, og alt loypir á føtur. Fólk taka undir við sanginum, og so svingar tað aftur í KÍ-høllini.
Løtu seinni heldur Bergur fram við tosinum um pengarnar, sum eru neyðugir, skal krossferðini halda fram.
- Í morgun savnaðu vit pengar, og tað komu 20.000 krónur inn. Halleluja.
Tað eru bara vánaligar umberingar fyri ikki at lata eitt oyrað til krossferðina. Hevur tú einki leyst í reyvalummanum, so kanst tú fáa eitt girokort at gjalda við, ella tú kanst renna kredittkortið hjá tær ígjøgnum í endanum av høllini.
Tá byttirnar til at savna pening verða sendar runt millum fólkið í høllini, kemur ein meira álvarsligur dámur yvir forsamlingina. Lovsangurin er ikki longur so lívligur, men trivið verður í ein meira friðarligan og eyman sang. Tað hevði nú heldur ikki verið nakað gott hugskot at fingið fólk at klappa, meðan tey skulu finna pengarnar fram.
Tosar títt
Christian Hedegaard er høvuðstalari á fundunum, sum eru hesi fýra kvøldini, og hann er bæði tryggur og ágangandi, tá hann festir eina tráðleysa mikrofon í jakkan.
- Fólk, sum eg hitti, spyrja meg ofta, um vit fara at hittast aftur. Og eg plagi at siga: ja, um tú hevur eld í reyvini. Fólk, sum brenna fyri Jesus, hittast úti í markini. Onkur av fólkunum, sum eru her í kvøld, hitti eg fyri stuttari tíð síðani í Kenya, greiðir hann frá, tá hann tosar til fólkið á seinasta fundinum sunnukvøldið.
Christian sigur frá søgum, og roynir á tann hátt at fáa ein boðskap fram. Hann tosar skjótt og hart, við hvørt í so nógv orð í senn, men tað er eingin sum ivast í, at hann dugir at tala.
Áðrenn krossferðina til Klaksvíkar er ein bók hjá Christiani borin í hvørt heim í býnum, og í hesi bók greiðir hann frá sínum lívi. Hvussu hann hóreiggjaði sær í ungdómsárunum, og hvussu hann hevur stríðst við illar andar. Og hann trívur aftur í onkrar av søgunum, tá hann talar hesi kvøldini.
Skerflatir í gólvið
Sunnukvøldið stendur einki aftan fyri fríggjakvøldið, og fyri tey, sum kanska ikki eru von við fundir av hesum slagnum, er tað kanska eitt sindur dramatiskt, tá Pauli Høj og ein dani skulu salvast av einum gudsmanni úr Herning.
Hann smyr olju á pannuna á teimum, meðan hann í kvikum vendingum greiðir frá, at teir fara at virka við slíkar styrki og kraft, sum teir ongantíð áður hava gjørt. Endin er, at báðir menninir liggja skerflatir í gólvinum í høllini. Men teir koma fyri seg aftur.
Frammanundan hevur ein ljóshærd donsk kvinna verið frammi at mikrofonini og takka øllum teimum, sum hava gjørt tiltakið í Klaksvík gjørligt. Hon dregur ein ungdómsbólk fram á pallin, sum var í Klaksvík og fyrireikaði krossferðina. Tey kalla seg Team Extreme, og tey verða rópt upp á pallin at fáa eitt klapp.
- Eg haldi, at vit skulu geva teimum nakað í kvøld. Hvat við at geva teimum pengar, spyr tann ljóshærda.
- Ja, gev teimum pengar. Kom upp her og tveit pengar á pallin, sigur hon við fólkið.
Tá tónleikurin aftur fer at runga, eru tey mong, sum leitað sær fram at pallinum. Ein lívligur maður í ljósabláari skjúrtu, sum hevur verið eftir einum vatnsoppa har aftur í høllini, kemur stórleypandi fram millum stólarnar. Í knappa svinginum frammanfyri pallin tveitir hann nakrar pengaseðlar inn á pallin, og so fer hann við somu ferð nakrar røðir aftur í høllina, har hann hevur sín sess.
Tað er gongd í, og tað hendir alla tíðina okkurt. Tað er fullkomiliga øðrvísi enn ein gudstænasta, men málið er tað sama.
Tað snýr seg um Gud, um at umvenda fólk og styrkja tey í trúnni. Og so bilar tað einki, um tað rulla nøkur oyru niður í byttirnar, so krossferðini kann halda fram í øðrum londum.
- Send okkum regn yvir várt land, send okkum regn í dag, syngja tey.
Uttanfyri oysir tað niður.