Kroystur millum tvær kvinnur -Norbit fatalt BMI.

Kim Simonsen

Norbit er ein lítil visaligur drongur, sum eingin er áhugaður í, tá fólk koma at finna sær eitt barn á barnaheiminum. Hann er ein einari og verður illa happaður av hinum børnunum. Ein dag kemur hann undir veingjabreiði hjá tí prúðu og sterku Rasputia. Frá hesum degi eru tey altíð saman. Tey síggjast í skúlanum og ganga í studentaskúla saman. Seinni gerast tey eitt par og skulu giftast. Hann fær arbeiði hjá beiggjunum hjá henni, ið allir eru gangstarar, sum øll ræðast.
Norbit er eisini ein svakliga vánaligur og smakleysur filmur. Hendan tjúkka svarta kvinnan verður spæld av Eddie Murphy, sum hevur tríggjar leiklutir í filminum. Bæði sum Mr. Wong og sum Norbit. Hann er eisini produsari á filminum og hevur verið við til at skriva leikritið.

Murphy vánaligur
Murphy elskar at spæla spikafeitir professarar ella sum í Big Mamas House, ein tjúkk svørt rópandi kvinna. Var Murphy ikki svartur sjálvur, so vildu slíkir filmar verið ringasta slag av rasismu.
Eddie Murphy er fullkominliga skammleyst vánaligur í slíkum filmum, men man er noyddur at flenna onkuntíð. Uppá nógvar mátar er hetta ein drápsroynd á allar kærleikskomediur sum eru gjørdar.
Tað er sum um hann vil hevna seg inná allar kvinnur í heiminum við hesum filminum. Hendan Rasputia er so sanniliga ikki nakað offur fyri sínum fiti og lívshættisliga BMI (Body Mass Indeks) og liggur ikki undur fyri valurleikaidealum í USA. Men at enda so (yvir) spælir Murphy so svakt, at tað er pínligt og ja, skeg í kanska fimm minuttir.
Hesin filmurin kann ósmæðin kappast við Litle Man, Snakes on a Plane um heiti sum ringasti filmurin gjørdur. Hesin fer helst at vinna eina virðisløn í kategoriini ringasti filmurin gjørdur í 2007, men hann hevur innspælt 90 milliónir dollarar í USA, tað er ikki einki. Tey sum dyrka alt, sum Murphy ger og sigur, fara at hugna sær her, men eg var nærri pínsluni.

1 stjørnu av 6

Norbit

Leikandi

Norbit/Rasputia/Mr. WongEddie Murphy
KateThandie Newton
Deion HughesCuba Gooding, Jr.


Leikstjóri Brian Robbins. Framførdur í Havnar Bio frá fríggjadegnum 16. mars. Aldursmark 7 ár. 102 minuttir.