Krúnprinsurin fær nú størri leiklut

Komandi krúnprinsurin fær almennar skyldur og skal stjórna, tá kongur er burturstaddur.

Feðgarnir báðir, komandi Fríðrikur kongur og Christian, krúnprinsur Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Christian prinsur fer sum krúnprinsur at hava ein størri leiklut, heldur søgufrøðingur.

 

Christian prinsur fer at hava ein størri leiklut í kongshúsinum, tá hann verður krúnprinsur í sambandi við trúnuskiftið 14. januar.

 

Tað sigur Lars Hovbakke Sørensen, søgufrøðingur.

 

– Hann fer at hava ein heilt annan leiklut og støðu longri frammi og fær fleiri almennar uppgávur.

 

– Hann verður fastur limur í Statsráðnum. Tað merkir, at tað er hann, sum verður í faðirsins stað, tá kongur er uttanlands, sigur Lars Hovbakke Sørensen.

 

Tá Christian prinsur fylti 18 ár 15. oktober, boðaði Forsætismálaráðið frá, at prinsurin ikki fær apanasju, fyrr enn hann er 21 ár. Uttan so, at hann fyri ta tíð verður trúnarvingur.

 

Tað er tað, sum nú hendir og sum grundleggjandi broytir støðu hansara.

 

– Alt er broytt við avgerðini hjá drotningini at leggja frá sær, og tí fer hann eftir øllum at døma at fáa apanasju, tá hann er vorðin krúnprinsur, heldur Lars Hovbakke Sørensen.

 

Christian prinsur gongur í studentaksúla, og sjálvt um hann verður krúnprinsur við almennum skyldum, so verða eisini stundir  til, at hann kann gera skúlan lidnan, leggur Lars Hovbakke Sørensen dent á.

 

Meðan prinsurin fær meira at gera, verður tað Margreta drotning, sium eftir øllum at døma fer at hava tað meira friðarligt.

 

– Hon fer helst at varðveita nakrar uppgávur, har hon er verji fyri ymiskt, men hon fer eftir øllum at døma at hava ein lægri profil.

 

– Tað verður út frá einum sjónarmiði um, at tú ikki skalt blanda tegí alt møguligt ymiskt, tá tú hevur tikið teg aftur, sigur Lars Hovbakke Sørensen.

 

Hann sær fyri sær, at drotningin fær góða tíð til at røkja síni áhugamál við listhandverki. Hon hevur eisini áður gjørt leikbúnar og leiktjøld til ballettir, sjónleikir og film.

 

Drotningin fer helst at verða búgvandi í Christian IX's Palæ á Amalienborg, har hon hevur búð higartil.

 

Á sama hátt verða komandi kongshjúnini sambært lektarinum helst búgvandi í Frederik VIII's Palæ sum higartil.

 

– Tað er ikki eitt ávíst palæ, sum er til regentin. Hvørt palæ er eitt persónligt palæ, sum viðkomandi hevur sett sín egna dám á, og sum tey halda fram at búgva í, eisini tá tey sum í hesum føri fara frá at verða krúnprinsur til at gerast kongur, sigur Lars Hovbakke Sørensen.

 

Forsætisráði hevur boðað frá, at drotningin eftir trúnuskiftið framhaldandi fer at verða titulerað sum »Hennara hátign«.

 

/ritzau/

 

Feðgarnir báðir, komandi Fríðrikur kongur og Christian, krúnprinsur Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix