Ólavur í Beiti
Gamli bygningurin í Sørvági, sum fyrsta flakavirkið í landinum húsaðist í, er nú rættiliga settur í stand innan. Tað er Sørvágs Laks, sum hevur sett bygningin í stand, og stendur hann eisini øll hugsandi krøv, sum nú eru, tá ið farast skal undir framleiðslu ella virkan. Talan er um kryvjivirkið hjá Sørvágs Laks, sum hevur verið royndarkoyrt nú í nakrar dagar og sambært stjóranum, Gardari Joensen, so er talan um eitt virkið á rættiliga høgum støði.
? Skipanin er at líkna við tað somu »flow« skipan, sum verður brúkt á summum flakavirkjum, og vit meta at kunna taka eini 30 tons um dagin, sigur stjórin í Sørvágs Laks.
Laksurin verður kruvdur, ísaður og pakkaður, og eftir hesi nýggju skipanini verður nógv gjørt við at køla fiskin sum mest.
? Og annar fyrimunur er so eisini við hesi skipan, at nú verður laksurin ongantíð lyftur frá ringi til trailara, sigur Gardar Joensen. Í góðum samstarvi millum íslendsku fyritøkuna Marel, Nomatek og Petersen & Guttesen er eydnast at fáa hetta virkið so nútímans sum hugsandi er í dag, leggur stjórin aftrat.
Fleiri milliónir
Spurdur, hvussu stóra íløgu talan er um hjá Sørvágs Laks, sigur Gardar Joensen at talan er um nakrar milliónur krónur, men hetta hevur verið ein sera neyðug íløga, tí tað gamla var ikki tíðarhóskandi.
Í løtuni verður nýggja kryvjivirkið hjá Sørvágs Laks rættiliga royndarkoyrt, tí tikin verða eini 4-500 tons júst nú sum kemur at geva teimum 16 arbeiðsfólkunum á virkinum støðugt arbeiði líka út í mars í ár. So verður støðgur aftur einar 2 mánaðar til tikið verður av nýggjum, men stjórin metir, at arbeitt verður á virkinum 6-8 mánaðar av árinum.
Sørvágs Laks hevur ikki egið sølufelag, men selur, har mest er at fáa fyri fiskin, og sum skilst er písurin einar 29-30 krónur kilo í løtuni.