Øksarálopið: Goymdi øksina fyri vinmannin

Ein av teimum ákærdi fyri drápsroynd, hevur vitnað í morgun.

Øksarmálið er aftur í rættinum í morgun og ein av teimum ákærdu hevur verið avhoyrdur. Tað var hann, sum í gjár váttaði, at hann spenti bein fyri tí órættaða, men annars noktaði seg sekan í drápsroynd og grovum harðskapi. 

 

Í morgun hevur hann greitt frá hendingini. Hann noktaði, at tað var hann, sum tók øksina við og somuleiðis, at hann skal hava hildið órættaða føstum. Hann noktar eisini, at hann skal hava stungið órættaða við knívi, sum ákæruvaldið heldur. Hann greiddi annars frá, at teir sótu og ballaðust í varda bústaðnum hjá vinmanninum á Íslandsvegnum. Síðani kom órættaði í veitsluna og hann gjørdist illur og vildi berhast. Víðari greiddi ákærdi frá, at uttanfyri húsið sló órættaði hin ákærda - also ánaran av vardu íbúðini - og hini í veitslulagnum blivu ill um hetta.

 

 

Les eisini: Øksarálopið: Minnist kvøldið í brotum 

 

 

Tann órættaði fór frá staðnum og ringdi síðani og segði, at hann bíðaði efitr teimum við Landavegin. Víðari greiddi ákærdi frá, at hini í veitsluni fóru so øll út, og vildu hava órættaða at biða um umbering. Órættaði hevði, sambært ákærda, ein knív, sum hann eisini hevði hótt við inni í veitsluni. Ákærdi segði, at tað var tá hann spenti bein fyri órættaða, men vinmaðurin - hin ákærdi - endaði undir órættaða. Vinmaðurin helt um órættaða, sambært ákærda, men slepti, tá ið órættaði byrjaði at rópa. 

 

 

Les eisini: Øksarálopið: Kunnu fylgja blóðslóðini langa leið

 

Ákærdi segði í morgun, at tað var um hetta mundi á tí kvøldinum, at hann sá sín vinmann - hin ákærda í málinum - høgga órættaða við øksini. Víðari sigur hann, at hann bað vinmannin steðga, tók síðani øksina og krógvaði hana fyri løgregluni. Ákærdi segði í morgun, at eftir hendingina fekk hann vinmannin - hin ákærda - í song og vaskaði klæðir hansara. Og tá kom løgreglan á gátt. 

 

 

In.fo er á staðnum í morgun, og tú kanst lesa meira um øksarmálið leypandi her á síðuni.