Økt krøv krevja eisini av FSF

Krøvini til fótbóltsvenjarar um útbúgving økjast, og Fótbóltsambandið hevur aftur í 2005 umfatandi virksemi við útbúgvingum av venjarum. Grundarlagið undir útbúgvingini er ein nýggj skipan hjá UEFA

Fótbóltssambandið hevur nú lagt skránni fyri útbúgvingartilboðini til fótbóltsvenjarar næsta ár, og skráin er umfatandi. Fyrstu skeiðini verða tíðliga næsta ár, og annars eru nógv skeið á øllum stigum á skránni gjøgnum árið.
Europeiska fótbóltssambandið UEFA hevur gjørt minstukrøv til øll feløgini í europeiskum fótbólti, og ein partur av hesum krøvum er, at venjarar skulu hava útbúgving. Hetta er ein standardiserað skipan, sum skal vera á leið tann sama í øllum limalondunum hjá UEFA.
FSF ætlar sær at fylgja krøvunum frá UEFA, og frá 2006 verður tað kravt, at venjarar í 1. deild hjá monnum skulu hava hægstu útbúgving hjá FSF ella verða byrjaðir at taka hesa útbúgving ? í fyrstu syftu er hetta tann sonevnda B-útbúgvingin.
Krøvini hava við sær, at fleiri av venjarunum, sum hava verið virknir í fremstu deildini, skulu taka útbúgving fyri at kunna halda fram sum venjarara. Krøvini eru tey somu til útlendskar sum føroyskar venjarar, og í løtuni eru venjarar sum Piotr Krakowski, Heine Fernandez og Krzystof Popczynski í ferð við at taka nýggju UEFA-útbúgvingina í Føroyum.

FSF fylgir við
Krøvini um útbúgving hava eisini við sær, at Fótbóltssambandið hevur fingið sær eina nýggja útbúgvingarskipan. Samstarvað verður við danska fótbóltssambandið, men ætlanin er, at FSF sjálvt skal standa fyri allari útbúgvingini við tíðini.
Nýggja venjaraútbúgvingin er á fleiri stigum, og næsta ár bjóðar FSF skeið á trimum stigum ? A, B og C.
Lagt verður fyri við C-stigi, har trý smærri og grundleggjandi skeið eru á skránni. Tey snúgva seg um vøllin, bóltin, spælaran, venjing og venjaran.
Síðani verður farið á B-stigið, sum er nakað væl drúgvari. Fyrsti parturin, B1, er í 40 tímar, og innihaldið er fjølbroytt ? alt frá tekniskari venjing til málmansvenjing og leiðslu. B2, sum er 50 tímar, heldur fram, har B1 sleppur, og aftur eru ymiskir partar av fótbóltvenjing á skránni.
Eftir hetta kemur Slóðarin, sum er 30 tímar, og hesin parturin av útbúgvingin er lutvíst úti í feløgunum, har vegleiðarar fara út til venjararnar fyri at fylgja teimum í dysti og til venjing.
B-útbúgvingin endar við eini próvtøku, sum varðar í fimm tímar, og venjarar, sum koma so langt, fáa B-prógvið hjá UEFA, sum er eitt standardiserað prógv, ið kann brúkast í nógvum europeiskum londum.
Í løtuni er FSF í holt við hendan partin av útbúgvingini, og teir fyrstu luttakararnir hava verið á hesum skeiðum. Fyrsta próvtøka verður í summar, og annars halda skeiðini á B-stigi fram.

Fara undir A-útbúgving
Í heyst fer FSF undir A-útbúgvingina, sum setir enn størri krøv til tey, sum skulu luttaka. Hendan útbúgvingin varðar í eitt ár, og á skránni er bæði vanligt skeiðvirksemi, uttanlandsferð og vegleiðing úti í feløgunum. Hendan útbúgving er ætlað venjarum á hægsta stigi.
Eftir hetta kemur ein serlig yrkisútbúgving, sum ikki verður boðin út í Føroyum í løtuni.
FSF hevur í nógv ár havt gott samstarv við DBU um útbúgvingarnar í Føroyum, og DBU er við í arbeiðnum at seta nýggju UEFA-útbúgvingina í gongd í Føroyum. Eftir fyrstu B-skeiðini, har danskur vegleiðari hevur verið við, er líkt til, at føroyingar frameftir sjálvir taka sær av hesum skeiðum.
FSF hevur eina serliga útbúgvingarnevnd, sum leggur útbúgvingina til rættis, og í hesari nevnd eru Rúni Heinesen, sum er formaður, Magnus á Stongum, Bjarki Mohr og Johan Nielsen. Petur Simonsen samskipar skeiðini, og Virgar Hvidbro tekur sær av skrivstovupartinum.
Á heimasíðuni hjá FSF ? www.footbal.fo ? ber til at lesa meira um venjaraútbúgvingina og skránna.