KT-risin eitur NEMA

Fyri ikki so langari tíð síðani gjørdist greitt, at tríggjar av stóru føroysku fyritøkunum innan KT og samskifti løgdu saman.

Talan er um Farodane, Com-Data og ReproZ, og nú hevur nýggi KT- og samskiftisrisin fingið navn. Nýggja samtakið fer at eita NEMA, og KT-parturin hevur fingið navnið SENTA. Hinar fyritøkurnar í samtakinum eru CASA, ið selur designinnbúgv til heim og skrivstovur, City, ið er heildarveitari av skrivstovuútgerð til privatfólk og vinnulív, skeiðsdepilin Kvasir og lýsinga- og samskiftisfyritøkan ReproZ.