- Hugskotið er at skipa fyri eini hugnaligari konsert, har føroysk børn, sum sjálvandi eisini hava X-faktor, sjálvi sleppa at framføra á palli, sigur Steintór Rasmussen, sum er upphavsmaður til Kular Røtur.
Frískar Kular Røtur bjóða nú til livandi barnarock í Løkshøll fríggjadagin hin 25 mars. Á serstakari barnakonsert fara frískar kular røtur í aldrinum 7 til 12 ár at syngja, trumma, leika klaver og spæla á saxofon og guitar.
Serligur gestur verður ein púra forstýrað Trøllaommudidd, ið eisini sleppur at royna seg sum tónleikari. Evniríki dansarin, Lukas ?Jacksons? Nygaard fer eisini at vísa síni kynstur og ein fremmandur klovnur fer at seta sín dám á tiltakið.
- Hugskotið er at skipa fyri eini hugnaligari konsert, har føroysk børn, sum sjálvandi eisini hava X-faktor, sjálvi sleppa at framføra á palli, sigur Steintór Rasmussen, sum er upphavsmaður til Kular Røtur.
Tiltakið í Løkshøll verður fríggjadagin hin 25. mars klokkan 17 og varar góðan tíma. Atgongumerki á 60 krónur fáast við dyrnan, og allir gestirnir fáa trøllavatn og okkurt frískt afturvið.