Nú verður farið undir at gera eina heimasíðu á enskum, har kunning um føroyska fiski- og alivinnu, hvalaveiðu og havumhvørvi finst á einum stað.
Heimasíðan, sum fær adressuna
www.fishin.fo, er ætlað øllum, ið hava áhuga fyri Føroyum sum fiskivinnutjóð. Alt frá útlendskum fiska- og fiskavørukeyparum, samstarvsfeløgum bæði hjá tí almenna og vinnulívinum, fjølmiðlum og øðrum áhugabólkum.
Harafturat er heimasíðan ætlað at vera amboð hjá føroyskum fiskaútflytarum, sum kunna vísa á, hvussu viðurskifti í Føroyum eru skipað til tess at tryggja vinnuni eitt burðardygt grundarlag.
Tilfarið á heimasíðuni verður fjølbroytt og lagað til kunningartørvin bæði hjá teimum, sum ynskja at fáa eina mynd av fiskivinnutjóðini og hjá teimum, sum hava tørv á at kenna til serlig viðurskifti, t. d. lógir og reglugerðir. Slóðir vera til aðrar viðkomandi heimasíður.
www.fishin.fo er ein felags verkætlan hjá Løgmansskrivstovuni, Fiskimálaráðnum, Vinnuhúsinum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Menningarstovuni.
Í stýrisbólkinum sita Kate Sanderson fyri Løgmansskrivstovuna, Marita Rasmussen fyri Fiskimálaráðið, Agnar Jensen fyri Vinnuhúsið, Jóhanna Olsen fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Áki Johansen fyri Menningarstovuna.
Annika W. Joensen er sett at savna, skipa og skriva tilfar til heimasíðuna.
Ætlanin er, at www.fishin.fo verður almannakunngjørd 1. mai 2004.