Danmarks Fængsler og Sunda kommuna skipa fyri fundinum, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík klokkan 19.30.
Sambært Sunda kommunu gongur arbeiðið við verkætlanini væl. Lendisviðurskiftini við jarðareigararnar eru komin upp á pláss, og umsókn um broyting av byggisamtyktini fyri økið er latin kommununi.
Á fundinum fara umboð fyri Danmarks Fængsler og Sunda kommunu at greiða frá verkætlanini og teimum avleiðingum, sum eitt nýtt fongsul kann fáa fyri nærumhvørvið og kommununa.
Luttakararnir fáa eisini høvi at seta spurningar um ætlanina.
Eftir fundin verður drekkamuður at fáa.
Fundurin er almennur, og øll áhugað eru vælkomin at luttaka.











