Kunnandi fundur við kommununa – sum ein køld pannukøka

Eftir at felagið “Grannalív”, umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu, tann 30. juni 2022 hevði biðið um ein kunnandi fund við kommununa, sum vit ynsktu skuldi vera, áðrenn broytingin av byggisamtyktini í samband við P-húsið bleiv løgd fram til almenna hoyring, eydnaðist tað loksins at fáa ein fund tann 20 juli 2022, sum tíverri er 2 vikur eftir at byggisamtyktin bleiv løgd fram til hoyringar.

 

Nú fundurin var á skránni, møttu vit alspent upp í stórum tali. Vit væntaðu sjálvsagt við at fáa eina væl úr hondum greidd framløgu, so at vit ikki fóru til hús aftur við nøkrum ósvaraðum spurningi. Men so var ikki. Vóru vit í iva um støðuna áðrenn fundin, var støðan enn verri eftir fundin. Har var lítil og eingin kunning frá býararkitektinum, býarverkfrøðinginum ella tekniska stjóranum. Tann, sum hevði orðið var at kalla bara borgarstjórin, Heðin Mortensen. Hann royndi sum frægast at dansa rundan um tann heita greytin, men uttan at hann hættaði sær at renna fingrarnar niður í fatið. Tað vísti seg tó eftir fundin at vit høvdu fingið tveir ítøkiligar og skelkandi upplýsingar.

 

  1. Tað er kommunan sjálv, sum ynskir at fáa eitt P-hús
  2. Fyrisitingin veit ikki hvat skal byggjast.

 

Heðin Mortensen kunnaði okkum um, at tað er kommunan sjálv sum er komin við uppskotinum at at byggja P-húsið. Gullak Madsen hevði eitt ynski um at sleppa at byggja íbúðir á ogn sína, men kommunan hevur síðani yvirtalað hann um at byggja P-hús í staðin. Tá er lag á manni at pressa sitrónina í mun til broytingina av byggisamtyktini. Um kommunan fær “gávuna” frá Gullaki Madsen, P-húsið, so skal hann sjálvandi eisini sleppa at byggja sínar íbúðir oman á tekjuni á P-húsinum, og sostatt eisini broyta nettonýtslustigið frá 130% til 400%. Í staðin fyri at byggja 13 m til hæddar, sleppur hann nú at byggja 17,8 m í alt. Sum alt gongur væl hond í hond hjá borgarstjóra okkara Heðin Mortensen og Gullak Madsen. Hetta er sera skelkandi og álvarsamt, at okkara borgarstjóri kemur við hesum upplýsingum, nú ið byggisamtyktin er løgd fram til hoyringar. Um kommunan bar seg nøkulunda rætt at, hevði kommunan sjálvandi kallað inn til ein borgarafund, har hesi evnir vóru uppi at venda, áðrenn ein broyting av byggisamtyktini kom upp á tal. Tað er hóast alt nógv fólk sum búgva í býnum í dag.

 

Tá vit eftir skelkin fingu møguleikan at seta spurningar til ætlaðu byggingina, sótu bæði borgarstjórin og tekniska umsititingin sum tvey stór spurnartekin. Tey vistu ikki hvussu bygningurin skuldi síggja út, sum annars er vanligt krav frá kommununi. Tey vistu ikki, hvussu ferðslan skuldi skipast, tey høvdu ikki gjørt nakra nýggja ferðslukanning, ikki gjørt nakra eftirgerð av, hvussu smølu vegirnir kláraðu at taka ímóti øktu ferðsluni og ikki spurt ein einasta borgara, sum býr í býnum í dag, um tað er eitt ynski um at fáa hetta P-hús mitt niður í eitt enn so hugnaligt sethúsaøki.

 

Vit mugu ásanna at tað er sera skelkandi og ódámligt at Býráðið rennur ørindir fyri ein eigara, sum býr í DK og harvið fær fleirfaldað virði á ognunum við at broyta byggisamtyktina.

 

 

 

Vinarliga

 

Felagið “Grannalív

 

Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu.