Ímeðan føroyskir pensjonistar ikki hava ráð til at halda jól, sjúkrahúsverkið noyðist at siga fólk úr starvi og Strandfaraskip Landsins sigla við hálvum seglum, so tykist einki mark vera fyri, hvussu nógvur peningur kann nýtast til fullveldisætlan landsstýrisins.
Nú kom so aftur ein nýggj heimasíða út á internetið, sum skal _kunna? føroyingar um fullveldið. Alment skal henda ?kunning? helst eitast at vera objektiv, men innihaldið líkist tó meira eini einvísari sølulýsing.
Hjálparloysi
ella sjálvbjargni
Millum alt tað, ein kann lesa inni á hesi heimasíðu, er ein grein hjá Høgna Hoydal landsstýrismanni, ið kallast _Hjálparloysi ella sjálvbjargni?.
Sum alt annað skrivligt frá Høgna Hoydal, so kann eisini henda greinin kallast ?eitt sálarfrøðiligt vælaverk?. Føroyingurin skal sambært greinini velja ímillum annaðhvørt at vera hjálparleysur (í ríkisfelagsskapi) ella sjálvbjargin (við fullveldi).
Ótrúðliga ?smart? yvirskrivt, tí hvør vil ikki vera sjálvbjargin og hvør vil vera hjálparleysur,?
Samling av
negativum orðum
Inni í greinini verður nærri greitt frá, hvat ið liggur í hesum orðum. Undir millumyvirskriftini ?Hjálparloysi sum virkisskrá? stendur um verandi ríkisrættarligu støðu (legg merki til øll tey negativu orðini):
?Vit kunnu velja at leggja dent á okkara veikleikar sum eitt lítið land og ein fáment tjóð. Vit kunnu krevja, at vit sum ein minniluti í tí danska ríkinum skulu verða vard móti øllum vandum, alheimsgerðin hevur við sær, og at Danmark skal hjálpa okkum við øllum, ið vit ikki klára sjálvi. At Danmark skal rinda okkum stuðul so leingi vit ikki klára at fíggja okkara egna samfelag, og at Danmark skal koma at bjarga okkum, tá vit av ábyrgdarloysi og býttiskapi eru farin á húsagang. Vit kunnu stutt sagt gera okkum ússalig fyri at yvirliva?.
Víðari verður tosað um at sita óvirkin og bíða eftir at olja kanska verður funnin o. s. fr. ? Sum um at tað heldur ikki ber til at arbeiða, meðan vit eru í ríkisfelagsskapi.
Einkisigandi positiv orð
Síðani stendur millumyvirskriftin ?Sjálvbjargni sum virkisskrá?. (Legg nú merki til øll tey positivu orðini, og hugsa samstundis um, hvussu lítið tey veruliga siga).
?Vit kunnu eisini velja at taka ábyrgdina fyri okkum sjálvum. Vit kunnu seta okkum greið mál fyr, hvussu vit kunnu leggja lunnar undir og byggja upp eitt samfelag, sum stendur á egnum beinum?.
?Vit kunnu leggja dent á møguleikar og loysnir í staðin fyri veikleikar og avmarkingar?.
?Vit kunnu grunda okkara politikk á teir fyrimunir, vit hava sum ein fáment tjóð. Á okkara sterku felagskenslu. Á okkara sterka mentanarliga samleika. Á at vit eru so fá, at øll telja við (!). Á at vit hava størri møguleika enn onnur at skapa eina samanhangandi og burðardygga politiska og búskaparliga eind?.
Álvaratos ! ? Hvørjum av øllum hesum kunnu vit liva av í framtíðini ?
Danskir politikarar
sum skurkar
Undir millumyvirskriftini ?Avoldað nationalisma má ikki steðga gongdini?, verður víst á, at alheimsgerðin av búskapi og samskifti gevur øllum smáríkjum einastandandi møguleikar, fyri at gerast ein virkin partur av heimssamfelagnum. Treytin fyri hesum sigur Høgni Hoydal tó vera, at londini eru fullveldi.
Men hetta krevur vælvild frá (í okkara føri) Danmark. Og so verður víst á, hvussu fyrimyndarlig lond sum Spania, Frakland, Italia og Bretland hava verið á hesum øki, meðan danskir politikarar hava sett seg ímóti føroysku fullveldisætlanini.
Eg gangi út frá, at greinin er skrivað, áðrenn Bretland ógyldaði Norðurírska sjálvstýrið, og greinskrivarin hevur neyvan heldur hugsað um Baskaralandið, tá hann skrivaði um ta sponsku fyrimyndina.
Men endamálið er greitt. Eftir at hava viðmælt fullveldisstøðuni við øllum positivum orðum, sum finnast í hugaheiminum, og eftir at hava lýst verandi støðu sum ?hjálparloysi? og ?bundinskap?, so skulu danskir politikarar gerast til skurkar.
Tað ræður um at vísa føroyskum veljarum, at danir eru okkara fíggindar, sum vit skulu sleppa okkum av við. Sambandsfólk og javnaðarfólk eru landasvíkjarar, meðan orð ikki finnast fyri, hvussu gott sitandi landsstýri er fyri føroya fólk. ? Ikki fyri at trútta nakað ávíst niður í lesaran, - men bert fyri at ?kunna? um støðuna ? fyri skattgjaldarans rokning.
Helgi Abrahamsen