Hóskvøldið 20. september kl. 18.30 verður kunningarkvøld um joga í Miðlahúsinum í Havn. Á tiltakinum, sum er alment og ókeypis, fer altjóða viðurkendi leiðarin fyri Skandinavisk Yoga og Meditatiónsskúla í Svøríki, Swami Janakananda, at greiða frá um klassiska joga og tantriska meditation.
Umframt kunning byrjar kvøldið við einari mediativari sangløtu, og endar tað við einari vegleiddari meditatión.
Tað er Manijeh Elsa Modi, ið sjálv hevur gjørt joga í nógv ár, sum hevur bjóðað jogalærarunum higar til lands. Hon greiðir frá, at einki religiøst er í tiltøkunum, og at alt gongur virðiliga og friðarliga fyri seg.
Vikuskiftisskeið á Velbastað
Sum sagt verður eisini skipað fyri vikuskiftisskeiði í joga. Skeiðið er bæði ætlað óroyndum og royndum fólkum.
- Eitt vikuskiftisskeið er ein góður háttur at læra joga at kenna, og gevur høvið at fara í dýpdina hjá teimum, sum kenna tað frammanundan, sigur Manijeh Elsa Modi.
Hon sigur, at á skeiðinum fæst gott innlit í likamligu venjingarnar, venjingar av andadráttinum og djúpari hvíld. Eisini verður undirvíst í konsentratiónsteknikkinum Tratak og meditatiónsteknikkunum, sum eita ”Innara stilli” og ”Orkukeldur”.
Gevur innlit og royndir
Swami Janakananda, sum fer at leiða skeiðið, sigur, at undirvísingin er skipað soleiðis, at tú kanst fáa eina greiða uppliving av, hvussu joga virkar.
- Vit hava tíð til at fara í dýpdina við nógvum av teimum ymsu teknikkunum úr jogatraditiónini, sigur hann.
Eisini vísir Swami Janakananda á, at venjingarnar eru tengdar hvør av aðrari og styrkja hvørja aðra, sum longu aftaná eitt vikuskifti geva innlit og royndir, sum fólk eisini kunnu fáa gagn av, um tey ætla sær at halda fram sjálvi aftaná.
- Skeiðið er í høvuðsheitum bygt á ítøkiligar royndir hjá luttakarunum. Men seinnapartin sunnudagin verður eisini ein teoretiskur partur, har til ber at seta fram spurningar um tað, sum vit hava verið ígjøgnum, sigur Swami Janakananda, sum verður róptur meistari í hesum samanhangi.
- Skeiðið er bygt soleiðis upp, at vit leggja fyri við kropsligu venjingunum, og síðani fara vit víðari við fínari teknikkum. Vit byggja alla tíðina omaná tað, sum vit júst hava lært. Tí er tað eisini ein fortreyt, at fólk luttaka allar tímarnar. Harafturímóti nýtist teimum ikki at vera í góðum formi ella at hava kunnleika til joga frammanundan, sigur hann.
Skeiðið verður í skúlanum á Velbastað, og ber til at tekna seg hjá Manijeh á telefon 55 60 94.
--
Sí meira:
www.yoga.dk (skúlin í Danmark)
www.yogameditation.com (Meira intensivt um skeiðsvirksemið á Háa í Suður Svøríki)