Kunningartøknin bíðar ikki eftir politikarunum

- Vilja politikararnir ikki játta tann neyðuga peningin til arbeiðið hjá Føroysku Málnevndini, fáa vit ikki røkt okkara uppgávur til lítar, og so er spurningurin, hvat gagn ein almenn málnevnd ger, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku Málnevndini.

Tá ið vit hugsa um tær stóru upphæddirnar, ið eru uppi og venda í politiska orðaskiftinum, kann tað virka ikki sørt óskiljandi, at Føroyska Málnevndin ikki kann fáa nakað afturat teimum 280.000 krónunum henni er játtað á løgtingsfíggjarlógini í ár. Arbeiðsuppgávurnar hjá nevndini eru stórar, men játtanin røkkur ikki til annað enn løn, fastar útreiðslur og til nøkur Orðafør árliga.

- Vit søktu um hægri játtan fyri í ár. Ilt er seta nakað ávíst krónutal, men játtanin má standa í mun uppgávurnar hjá nevndini. Vilja politikararnir ikki játta tann neyðuga peningin til hetta arbeiðið, fær málnevndin ikki røkt sínar uppgávur til lítar, og so er spurningurin, hvat gagn ein almenn málnevnd ger. Kunningartøknin bíðar ikki eftir svari frá teimum føroysku politikarunum. Har hendir alt við rúkandi ferð, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku Málnevndini.

Tað er serliga KT- økið, sum málnevndin ikki fær røkt nóg væl. Hon hevur ætlanir um at gera tilfar teldutøkt og fáa lagt út á netið. Tað vil siga upplýsingar um málnevndina, orðafar, ritini hjá málnevndini, orðasavnið og tílíkt, umframt at fáa gjørt eina heimasíðu.

- At vera á internetinum er neyðugt í dag, tí tað er tann vegin tey

flestu samskifta bæði føroyingar og ikki minst útlendingar. Og tað verður upp aftur meira í framtíðini. Tilfar á netinum kann vera góð reklama hjá útlendingum fyri Føroyum.


Fakorðanevndir

Tað er eitt gamalt ynski hjá Málnevndini at fáa sett fakorðanevndir innan ymisk øki, til dømis innan tøkni, læknafrøði, byggivinnu, skipasmíð, ítrótt og annað.

- Men eingin ger nakað fyri einki, tí hevði verið gott um Málnevndin kundi goldið fyri at fingið slíkt arbeiði gjørt. Vit kundu somuleiðis hugsað okkum at fingið skipaða málsliga ráðgeving út í fjølmiðlarnar. Vit mega gera Málnevndina meira sjónliga í føroyska samfelagnum. Tí hon hevur eina missión og hon skal út á ein slíkan hátt, at hon er flestum at gagni upp á besta máta, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.

Av tí at Føroyska Málnevndin hevur so avmarkaða orku er málsliga samarbeiðið við norðurlendskar stovnar av tí sama avmarkað.


Ikki nøktandi

Í samrøðu í blaðnum í dag sigur landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, at hann skilir ynskini hjá Málnevndini og at hann til komandi fíggjarlóg vil steingja á at fáa til vega størri játtan til Málnevndina.

- Tað er ikki nøktandi svar. Eg haldi, at tað er undarlig raðfesting ikki at kunna veita málnevndini einar 200.000 kr. afturat, tá ið hugsað verður um ta stóru málsligu avbjóðing, sum fer fram í løtuni við at tað enska málárinið er so ovurhonds stórt innan hetta tøknifrøðiliga økið. 200.000 krónur kunnu gera undurverk í okkara verð.

- Eitt fáment mál er sjálvandi lættari at ávirka enn eitt fjølment mál. Tey fjølmentu málini eru á varðhaldi fyri tí enska vandanum, og tí eru tað upp aftur størri áneyðir hjá okkum. Vit mugu ikki sleppa endanum og lata standa til. Vit mugu royna at gera nakað við t.d. terminologiina á internetinum - har chatta tey og surfa tey og hvat veit eg. 170 mill. krónur skulu brúkast til nýtt vaktarskip, 130 mill. til undirsjóvartunlar, løgtingsmannalønir verða hækkaðar, og tað kostar tí almenna 108 mill. at flyta landsumsitingina. Vit mugu ongantíð seta okkum afturá og siga, at nú er komið á mál, tí tað er ongantíð komið á mál við slíkum arbeiði. Tað er støðugt, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.