Kunnu banna springaradrápi - til eitt vist

Hóast vit hava loyvi at drepa springara, hava vit eisini loyvi at nokta fyri tí – í hvussu so er til eitt vist

Síðani umstrídda springaradrápið á Skálafjørðinum í september í fjør, hevur spurningurin av álvar tikið seg upp, antin vit yvirhøvur skulu drepa springara, ella ikki. Havbúnaðarfelagið hevur mælt landsstýrinum til at banna springaradrápi, tí annars fer tað at fáa óbótaligar avleiðingar fyri okkara útflutning.

 

Síðani er komið fram, at fleiri staðni vilja tey ikki halda springara til. Tí hevur ein spurningur tikið seg upp, og tað er um tað yvirhøvur er lógligt at nokta fyri at halda springara til.

 

Eftir grindalógini hava vit loyvi at halda springara til, og tað eru tey, sum halda, at sostatt er tað ólógligt at nokta fyri tí. Einasta uppgávan hjá sýslumonnum og grindaformonnum er nevniliga bara at syrgja fyri, at raksturin, og drápið, fer fram eftir forskriftunum.

 

Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur er samdur í, at sum heild ber tað ikki til at seta bann fyri at drepa springara. Men hann vísir á, at sýslumaðurin og grindaformenn hava kortini rættiliga víðar heimildir og tað ver væl til hjá teimum at taka støðu frá grind til grind. Vilja grindaformenn, ella grindamenn, ikki hava eina grind, er eingin at taka ímóti henni, og at taka hana upp. Og so kann sýslumaðurin taka støðu til, at lata grindina fara.

 

Men tann støðan skal takast fyri hvørja einstaka grind – og verður ein slík støða tikin, kann eingin seta seg upp ímóti hesum, tí eingin kann tvingast til at fara í grind, leggur hann afturat.

 

– Tað ber væl til at nokta fyri at halda eini grind til. Tað kann vera av nógvum orsøkum, bara tær eru sakligar. Og er eingin at fara í grind, ella at taka hana upp, vildi eg meint, at tað er eitt sakligt atlit, heldur Jógvan Páll Lassen.