Kunnu breyðføða 1.200 familjum

Nú er árliga lands­inn­savn­ing­in hjá Reyða Krossi aft­ur á skránni. Í ár verður savn­að inn til frama fyri tey hung­urs­raktu í Vestuafrika. Fleiri enn 18 milliónir fólk í Sahel øki­num í Vesturafrika eru rakt av turka.

– Í 2011 sendi Reyði Kross­ur Før­oya eina millión krón­ur til hungursrakt í Eyst­ur­afr­ika. 600.000 krónur av upp­hædd­ini vórðu savnaðar inn, tá lands­inn­savn­ing­in var í 2011.

Hetta svarar til, at hvør bússa í fjør í miðal savnaði 1.500 krónur inn, sigur Reyði Krossur.

– Vónandi savna vit eina líka stóra upphædd inn aft­ur í ár. Tí fyri 1.500 krónur kunnu vit breyðføða trimum fam­ilj­um, ið eru raktar av hung­urs­neyð, til næsta akur­skurð. Tað merkir, at við 600.000 krón­um kunnu vit hjálpa 1.200 fam­ilj­um, og ger hetta stór­an mun, sigur Siri Tór­garð, sum er dag­lig­ur leið­ari hjá Reyða Krossi.

– Broyt myndina og hjálpið okk­um at hjálp leygardagin 6. ok­tober, sigur hon.

Tey, sum hava gerast inn­savn­ari, kunnu melda til á FB og á reydikrossur.fo. Um tú ert í Havn, kanst tú eisini bara møta í Komm­un­u­skúl­a­num í Kongagøtu leyg­ar­morg­unin klokkan 10.

Eisini ber til at stuðla Reyða Krossi um heim­a­síð­u­n­a, í pe­n­­ing­a­­stovn­i­num ella á tlf. 905656.