Hetta sigur Johanna Vang, søluleiðari á flakavirkinum Kósini í Klaksvík. Hon var millum teirra, sum herfyri vórðu boðin við á Hotel Føroyar at síggja tann kenda íslendska fiskakokkin Rúna Marvinsson tilgera fisk á ein hátt, sum vit føroyingar ikki eru vanir við.
-Tað var sera áhugavert at síggja íslendska kokkin og eisini føroysku kokkarnar til arbeiðis og ikki minst at fáa eyguni upp fyri fiski og skeljadjórum, sum vit kanska ikki brúka so nógv í dag so sum øðum, krabba ol.
Johanna Vang heldur talan var um eitt frálíkt tiltak, sum kann vera eitt stig á leiðini til at fáa okkum føroyingar at gera meira burtur úr fiski og rætt og slætt at lata eygu okkara upp fyri teimum mongu møguleikum vit hava fyri at tilgera fiskin. -Endamálið við tiltakinum var at fáa eyguni upp fyri fiskamati, og tað eydnaðist.
Millum rættirnar á Hotel Føroyum var m.a. búrfiskur í appelsinsós, nakað, sum vanlig føroysk húsarhald kanska ikki hugsa um. Johanna Vang viðgongur eisini, at føroysk húsarhald í dag hava ikki umstøður til at fáa hendur á eitt nú skeljafiski, so hetta liggur kanska nakað frammi í tíðini. Men í sambandi við ferðamannavinnuna eru eisini møguleikar at vísa okkara egna tilfongi størri ans.
Hon vísir í hesum sambandi á tiltak, sum verður í Havn hósdagin, har m.a. Menningarstovan og Útnorðursamtakið skipa fyri einum tiltaki á sjómansheiminum og í Múllers pakkhúsi. Hetta tiltak snýr seg um at fáa eyguni upp fyri vanligum matsiðum, sum kanska eru við at fara í gloymskuna.