Kunnu enn einki siga

Líkkanning var mánadagin av Klæmint Eli Poulsen men enn fær John Kølbæk, fúti, einki sagt um kanningina.

Líkkanning var mánadagin av Klæmint Eli Poulsen men enn fær John Kølbæk, fúti, einki sagt um kanningina.

 

Tað er ikki nógv, John Kølbæk, fúti, veit at siga um líkkanningina av Klæmint Eli Poulsen.

 

Tað einasta hann kann siga er, at tað er einki sum bendir á, at talan er um eitt brotsverk.

 

- Tann, sum stóð fyri líkkanningini, er ikki at hitta í dag, og eg havi ikki fingið fullu frágreiðingina, sigur John Kølbæk.

 

Bæði Jón Klein Olsen, kanningarleiðari, og Kristian Dahl, politikommiserur, høvdu frí týsdagin, og vóru tí ikki at hitta.

 

Og tað tóktst ikki, sum fútin heilt hevði tak á málinum, tí spurdur um, hvat kanningin av bilinum hjá Klæmint Eli Poulsen vísti, svaraði hann, at hann visti ikki, um bilurin yvirhøvur var kannaður.

 

Hann kundi tó siga so mikið, at páskini helst gingu, áðrenn nakað meira ítøkiligt kann sigast í málinum.

 

Tað var annars boðað frá líkkanning mánadagin og at Akstovan skuldi kanna bilin hjá Klæmint Eli Poulsen, men enn ber so ikki til at fáa nakað nærri at vita, annað enn, at tað inntil víðari einki er, sum bendir á, at eitt brotsverk er farið fram.

 

Tað merkir so, at tvinni eru kostirnir: Antin er eitt óhapp hent, og bilurin tí av einihvørju orsøk er endaður í sjónum - ella hann er endaður har tilvitað.

 

Tað var mikukvøldið í farnu viku, at Klæmint Eli Poulsen bleiv eftirlýstur, og skipað leiting var sett í verk fríggjamorgunin. Longu tíðliga seinnapartin var bilurin hjá Klæmint Eli Poulsen funnin út fyri keiini í Oyndarfirði, tá tað lokalt var boðað frá olju á sjónum.

 

Bjargingarbáturin, Lív, var skjótt á staðnum og manningin kundi staðfesta ein bil á botni.

 

Skjótt vórðu kavarar á staðnum og kundu staðfesta, at talan var um Toyota Landrover bilin hjá Klæmint Eli Poulsen, eins og staðfest var, at Klæmint Eli Poulsen var í bilinum.

 

Líkið var fingið upp og flutt á Landssjúkrahúsið, og seinni var eisini bilurin fingin upp á turt og førdur á Akstovuna.