Kunnu føroysk børn verða send av landinum

Hvørji rættindi hava børn, sum føroyingar eiga saman við útlendingum?


Hvussu tryggja vit rættindini hjá børnum, har annað av foreldrunum er føroyingur og hitt er útlendingur?

 

Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, nú hava Johan Dahl, landsstýrismann at svara.

Tingmaðurin spyr um vit kunnu koma í ta støðu, at ein útlendingur, sum hevur fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, verður sendur av landinum, skuldi tað hent at føroyski makin doyr?

 

Helgi Abrahamsen vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá hvat hendir við børnum, sum ein føroyingur og ein útlendingur eiga saman, um føroyingurin doyr.

Kann avleiðing verða, at børnini verða send av landinum, spyr hann.  

 

Helgi Abrahamsen vísir til grein 19 í útlendingalógini, har tað stendur, at eitt tíðaravmarkað uppihaldsloyvi í Føroyum kann verða tikið aftur, er grundarlagið fyri uppihaldsloyvinum ikki longur er til staðar.

Hann vísir í tí sambandinum á, at familjusameining er ein vanlig orsøk til, at útlendingar fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.

 

Vit kunnu hugsa okkum eina støðu, har ein fastbúgvandi føroyingur verður giftur við útlendingi, og tey fáa børn saman, men so doyr føroyingurin.

Kunnu vit tá siga, at grundarlagið fyri uppihaldsloyvinum, sum var familjusameining, ikki longur til staðar, og at útlendski makin tí kann verða sendur av landinum, spyr Helgi Abrahamsen.

Hann staðfestir, at um so er, eru børnini í eini sera ringari støðu.

 

- Hetta má sigast at vera steinur omaná byrðu hjá børnum, sum fyrst hava mist annað av foreldrunum, og síðani verða send til eitt land, har tey kanska hvørki kenna mál ella mentan, sigur løgtingsmaðurin.

Hann vil tískil hava at vita frá landsstýrismanninum, um hann heldur, at hetta er nøktandi og ananrs vil hann hava at vita, hvat Johan Dahl ætlar at gera við málið.