Kunnu framvegis skylda mvg í eitt ár

Hóast mvg-lógin varð herd í fjør, so ber framvegis til at skylda meirvirðisgjald í eitt ár, uttan at tað fær stórvegis avleiðingar.

Jón Brian Hvidtfeldt

Tað var hóvliga farið fram, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í februar í fjør fór undir at orða lógaruppskotið, hvørs endamál var at tippa holini í lógini um meirvirðisgjald. Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at ”vart skal verða gjørt við, at endamálið við hesum broytingaruppskoti til mvg-lógina er ikki at raka persónar, ið ikki hava fingið gjørt sína skyldu móti landskassanum, orsakað av óhepnum umstøðum, men harafturímóti persónar, ið tilvitað misbrúka mvg-skipanina.”
Somuleiðis varð víst á, at fyritøkur klaga um, at tað kann ikki ”betala seg at bjóða uppá uppgávur, tí tær eru upp ímóti fyritøkum, ið sleppa sær undan at gjalda mvg, og tí kunnu geva lægri boð.” Og sum tað triðja var víst á tørvin at fáa styrkt rættarkensluna hjá borgarunum.
Hesin hóvligi tóni í almennu viðmerkingunum sæst aftur í sjálvum lógartekstinum. Hóast tað er ásett í mvg-lógini, hvussu meirvirðisgjaldið fellur til gjaldingar, so verður í lógarbroytingini lagt upp til eitt rímuliga langt elastikk, áðrenn hamarin fellur.
Sambært lógarbroytingini ber framvegis til at skylda meirvirðisgjald í fýra fylgjandi avgjaldstíðarskeið, áðrenn Taks yvirhøvur fær heimild at brúka sterkma amboðið, sum er at strika skrásetingina av einum virki. Hetta verður eisini nevnt at tvingsilsfrámelda eitt virki.
Undir viðgerðini í løgtinginum mælti andstøðan til at geva Taks heimild at handla fyrr, helst eftir tveimum ella trimum avgjaldstíðarskeiðum, men tað vann ikki frama.