Hesum boðaði Vørn frá í morgun, og longu í síðstu viku kunnaði Vørn um, at har vóru færri enn ein dagur í part hjá smáu útróðrarbátunum.
Tað vóru tillutaðir 3.552 dagar til bólk 5B í ár, sum eru útróðrarbátar undir 15 tons.
Vørn sigur í hesum sambandi, at fiskiskapurin í bólki 5B skal steðga beinanvegin.
Trýstið á pílin fyri at hoyra samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Høgna Hoydal í tíðindunum á FM1.