Verður ætlanin at gera tunnil til Viðareiðis slept og ábøtur gjørdar á vegin ístaðin, sparir landskassin einar 90-100 milliónir.
Tað staðfesta tinglimir úr samgonguni.
Og teir halda, at hetta k ann verða ein góður máti at útvega fígging til ein Sandoyartunnil.
Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at gera tunnil til Viðareiðis.
Mett hevur verið, at tunnilin fer at kosta einar 150 millónir, men Eivind Jacobsen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, sum er í samgongini, sigur, í seinastuni eru ábendingar komnar um, at tunnilin verður dýrari.
Hinvegin hevur Landsverk skotið upp at gera ábøtur á vegin og tryggja hann fyri góðar 76 milliónir, soleiðis at ferðslutrygdin verður nøktandi.
Verður hendan loysnin vald, ber samstundis til at útvega grót til byrgingina um Haraldssund, so at hon verður 5-10 milliónir bíligari.
Lagt verður afturat, at brúkiligt grót til endamálið fæst ikki úr einum tunli.
Tað, Landsverk mælir til at gera, er at breiðka vegin til tvær koyribreytir og at gera breiðar trygdarveitir framvið vegnum, sum tekur omanlop. Somuleiðis verður mælt til at gera stórar savningarbrunnar at svølgja vatninum, tá ið ein á leypur og annars at gera verjugarðar.
Fínur vegur
Eivind Jacobsen sigur, at verður hendan loysnin vald, verða 100 milliónir tøkar afturat til Sandoyartunnilin, samstundis sum at vegurin til Viðareiðis verður fínur.
- Her snýr tað seg um at spara 90-100 milliónir og tað skulu góðar grundgevingar til at skúgva tað til viks, sigur hann
- Tær grundgevingarnar gleði eg meg til at hoyra, leggur hann afturat.
Hann heldur, at hetta er einasti máti at at fáa Sandoyartunnilin gjørdan, men hetta er ein spurningur um samgongan torir at broyta íløguætlanina.
- Bara stríðið um at finna 64 milliónir eyka til Skúladepilin í Marknagili, vísir, hvussu torført tað er at fara út um fíggjarligu karmarnir, sum longu eru lagdir, leggur hann afturat.
Hann stúrir fyri, at verður hildið fast um Sandoyartunnilin, uttan at raðfesta ætlaðu íløgurnar umaftur, endar tað við einum uppskoti um at selja BankNordik og Atlantsflog at fíggja tunnilin við.
- Lat tað ikki henda, tí tað tekur ongin undir við, sigur hann.
Eivin Jacobsen fær undirtøku frá Raimund Langgaard úr Fólkaflokkinum, sum eisini er í samgongu.
Hann tekur ikki undir við Sandoyartunlinum, uttan at íløguætlanin hjá samgonguni verður raðfest um aftur, tí hann góðtekur ikki, at Sandoyartunnilin bara verður lagdur oman á allar hinar íløgurnar, samgongan longu er samd um at fremja.
Hinvegin heldur Alfred Olsen, at Sandoyartunnilin kann verða fíggjaður við láni, akkurát sum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin og hann heldur, at tað er bara at taka avgerð um at gera hann.
Tað ivast onnur tingfólk í, tí tað er so nógv ferðsla ígjøgnum teir báðar undirsjóvartunlarnar, at teir eru fyri ein stóran part sjálvfíggjandi. Hinvegin verður ferðslan ígjøgnum Sandoyartunnilin so lítil, at tað verður nóg illa fyri sjálvan raksturin og tíansheldur verður nakað avlop til rentur og avdráttir
Einasta tingfólk, sum mælti ímóti var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum heldur, at tað er beinleiðis ”irriterandi! At hoyra hetta tosið um alternativu loysnina hjá Landsverki, tí tað forðar ikki gróti í at loypa á vegin.
LES EISINI GREININA: Fyrst Eysturoyartunnil og síðani Sandoyartunnil