Stuðul til rækjuskip
? Tað er neyvan í stríð við altjóða rætt at lata rækjuskipunum almennan stuðul, soleiðis sum samgongan hevur ætlað.
Tað sigur ein av okkara royndastu sakførarum, Halgir Winther Poulsen.
Ætlanin at lata rækjuskipunum stuðul dovnaði at kalla burtur, eftir tað kom fram, at hetta helst var í stríð við altjóða sáttmálar.
Hetta fekk felagið Rækjuskip at biðja løgfrøðingin gera eina meting av støðuni.
Og hansara niðurstøða er, at altjóða rættur kann neyvan brúkast sum ein forðing fyri at lata rækjuskipunum stuðul, soleiðis sum samgongan hevur ætlað.
Halgir Winther Poulsen sigur, at endamálið við ætlanini at geva rækjusipunum stuðul, er at geva føroysku rækjuvinnuni andahjálp í eitt avmarkað tíðarskeið, meðan arbeitt verður við at bøta um veiðirættindi hjá vinnuni.
Ætlanin er at lata rækjuskipunum stuðul í tvey ár. Mett verður stuðulin fer at kosta einar 11 milliónir krónur í 2005. Av teimum kemur landskassin at bera einar 6,5 milliónir krónur og kommunurnar einar 4,5 milliónir.
? Tað er alment kent, at fiskivinnan sum heild verður munandi stuðlað í flest øllum londum, sum hava eina fiskivinnu av nøkrum týdningi. Hesin stuðul verður veittur á ymiskan hátt, t.d. beinleiðis studningur til reiðarí ella fiskiídnaðin sum heild, treytaður av útflutningstølum, flutning- og farmastuðul til útflutnings, undantøka ella afturbering av skatti og øðrum gjøldum, ávísir frádráttir av útreiðslum, ið beinleiðis hava samband við útflutning, ymiskar kreditskipanir, osfr, sigur sakførarin.
Fleiri grundgevingar
Orsøkirnar til, at Halgir Winther Poulsen metir, at ætlaði rækjustuðulin neyvan er í stríð við altjóða sáttmálar, kunnu stutt samanfatast soleiðis:
? Stuðulin er ikki beinleiðis knýttur at útflutningsúrslitinum hjá rækjuflotanum. Harafturat kemur, at stuðulin í peningi og tíð er sera avmarkaður og at tey fimm skipini, ið eru eftir í føroyska rækjuflotanum, ikki fiska meiri enn fyri einar 30 milliónir krónur í part um árið, ella tilsamans fyri einar 150 milliónir.
? Príslegan á rækjum á altjóða marknaðinum er eitt úrslit av útboði og eftirspurningi. Ætlaði stuðulin til føroysku rækjuskipini er so lítil og so avmarkaður, at tað er ógvuliga lítið hugsandi, at hann hevur nakra ávirkan yvirhøvur á altjóða prísleguna av rækjum. Afturat hesum kemur at strandalondini og fiskivinnufelagsskapir seta TAC, ella hámark fyri, hvussu nógvar rækjur eiga at verða fiskaðar og eru føroysku rækjuskipini ikki í vinnuni, hevði veiðinøgd teirra bara verðið fiskað av øðrum, soleiðis at samlaða útboðið hevði verið tað sama.
Tað er sostatt torført at fáa eyga á, hvørja kappingaravlagandi ávirkan hesin studningur yvirhøvur kann fáa á altjóða rækjumarknaðin.
Og tað er eyðsæð, at tað, sum WTO fyrst og fremst setir seg ímóti, er útflutningsstuðul, ið hevur avlagandi ávirkan á kappingina millum tey londini.
? Støddin av afturberingini og treytirnar fyri útgjalding av studninginum eru greidliga orðað í lógini, ið sostatt er sera gjøgnumskygd. Hetta er eisini viðurskiftið, ið dentur verður lagdur á í sambandi við meting av, hvørt ein stuðul er "lógligur" ella ikki.
? Endamálið við ætlaðu lógini er ikki at veita útflutningsstuðul, og stuðulin er eiheldur treytaður av, at rækjurnar verða útfluttar.
? WTO sáttmálin letur tað upp í hendurnar á limalondunum at fylgja við, átala og prógva, um tey meta at nakað av londunum fremur kappingaravlagandi stuðul til vinnulív sítt.
? Tað er lítið hugsandi, at nakað annað land í WTO hevði kent seg gingnan so nær av einum so avmarkaðum stuðuli til ein part av føroyska fiskiflotanum, at viðkomandi sáttmálaland hevði ómakað sær at tala at, sigur Halgir Winther Poulsen.
Fiskivinnan fær 80 ?114 milliardir í stuðuli
Annars vísur løgfrøðingurin á, at sambært frágreiðing frá nevndini sum hevur viðgjørt støðuna hjá rækjuskipunum, er samlaða altjóða veiðan av kaltvatnsrækjum vaksin nógv tey seinastu árini. Veiðan var í 1985 uml. 248.000 tons og í 2004 verður veiðan mett at fara at verða tilsamans uml. 420.000 tons.
Av hesi veiðu er føroyski parturin minkaður frá uml. 12.000 tonsum í 1985 til uml. 9.000 tons í 2004.
Hinvegin er veiðan hjá grannatjóðunum, Grønlandi og Kanada, vaksin munandi hetta tíðarskeið, hjá Grønlandi úr 54.000 tonsum í 1985 upp í 130.000 tons í 2004 og hjá Kanada úr 13.000 í 1985 upp í 140.000 tons í 2004.
Føroyski parturin av samlaðu alheims saltvatnsrækjuveiðuni í 2004 er sostatt uml. 2 %.
Mett verður, at samlaða árliga virðið av allari heimsins fiskiveiðu er uml. uml. 320 mia. kr. og at árligu stuðulsskipanirnar tilsamans útgera uml. 80-114 mia. kr, tvs. svarandi til uml. 25-30 % av samlaða veiðuvirðinum.
Tey lond, ið lata størsta stuðulin, eru Japan við uml. 11-17 mia kr. árliga, ES við uml. 10 mia kr. árliga, USA við uml. uml. 6 mia. kr. árliga og Rusland við uml 3,4 mia kr.
Skulu kalla ein spaka fyri ein spaka
Nú eiga politikarar at gera upp við seg sjálvar, um tey yvirhøvur eru sinnaðir at bjarga rækjuvinnuni ella ikki.
Tað heldur felagið Rækjuskip.
Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, hevur felagið fingið sakførara at meta um, antin tað er rætt, at ætlaði rækjustuðulin er í stríð við altjóða sáttmála.
Og sum tað sæst, heldur sakførarin, at ætlaði føroyski rækjustuðulin neyvan er í stríð við altjóða sáttmálar.
Tí vil felagið Rækjuskip nú hava politikarar at taka støðu í málinum.
Felagið vísur á, at í samgonguskjalinum stendur svart uppá hvítt, at ein Loysn skal finnast á trupuleikunum hjá rækjuvinnuni.
Hugtakið at kalla ein spaka fyri ein spaka verður ofta tikið til av Løgtingsins røðarapalli, og tí loyva vit okkum at heita á myndguleikarnar at gera upp við seg sjálvar um teir ætla at sýna tað í verki, sum stendur samgonguskjalinum, ella um teir velja undirbrotligu loysnina at tváa sær hendurnar í eini ivasamari altjóða lógargrein, sigur felagið Rækjuskip nú í einum skrivi, sum bæði er sent sjálvum løgmanni, Bárði Nielsen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, Birni Kalsø, landsstýrismanni í fiskivinnumálum og Løgtinginum.
? Vit velja at trúgva, at háttvirdu politikarar fara at fylgja samgonguskjalinum, og
fara vit at heita á tykkum at taka uppritið hjá sakførara okkara til eftirtektar, og fáa lógaruppskotið avgreitt sum skjótast, sigur felagið Rækjuskip í skrivinum, sum formaður felagsins, Jóhan Joensen í Kollafirði, hevur undirskrivað