Kurvabóltsleikarar á skutara

OYL15: Nakrir av leikarunum á kurvabóltslandsliðnum ferðast runt á Jersey á skutara

Vit møttu í morgun tveimum av leikarunum á kurvabóltslandsliðnum, sum vóru á ferð við skutara á Jersey. Tað er skjótt at ferðast runt á Jersey, tí oyggin er minni í stødd enn Sandoyggin.

 

Teir báðir leikararnir, Janus Jakobsen og Allan Leivsgarð Henriksen siga at teir líka skuldu venja seg við at bilarnir koyra á vinstru síðu á Jersey, men at tað annars er lætt at finna runt á oyggini.

 

Íbúgvaratalið á Jersey er á leið 90.000 fólk.

 

Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar hevur umboðan í kurvabólti á oyggjaleikum. Oyggjaleikirnir á Jersey vera settir í annaðkvøld, og byrja sunnudagin.