Kurvabólturin hevur fingið sín elddóp

OYL 15: Kurvabóltslandsliðið spældi sín fyrsta landsdyst fyri løtu síðani

Fyri lítlari løtu síðani endaði kurvabóltsdysturin millum Føroyar og Isle of Wight. Dysturin endaði við einum sigri á 99-35 til Isle of Wight, eftir at teir í hálvleikinum vóru á odda 58-18.

 

Hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at føroyska kurvabóltslandsliðið er við til oyggjaleikir, og teir fingu seg eisini royndar beinavegin. Í fyrstu perioduni av dystinum, sum er teir fyrstu tíggju minuttirnar, vóru Isle of Wight á odda heili 38-5.

Føroysku leikararnir fótaðu sær tó munandi betur undir dystinum, og serliga onnur perioda var góð fyri Føroyar. Aftaná aðru periodu vann Isle of Man 20-13, sum eisini var tann besta føroyska periodan í dystinum.

 

Seinni í kvøld kemur ein samrøða við Janus Jakobsen út á in.fo, sum serliga greiddi frá, at høga ferðin kom óvart á føroysku leikararnar.

 

Føroyar – Isle of Wight 35-99 (18-58)

1 Perioda: 38-5

2 Perioda: 20-13

3 Perioda: 24-8

4 Perioda: 17-9