Hóast ongin baðibóltur var á vøllinum hesa ferð, so er nokk at kjakast um hjá fótbóltsáhugaðum, eftir at Liverpool í dag vann 2-0 á Sunderland. Sunderland hevði í dag vitjan av Liverpool í Premier League. Fyrsti hálvi tímin var javnur, men Sunderland hevði bóltin nakað meira. Tá hálvur tími var leiktur kom mest umtalaða hendingin í dystinum. Sunderland verjuleikari feldi Jay Spearing og dómarin dømdi fyrst fríspark. Síðani broytti hann tað til brotsspark, tá linjuverjin segði at brotsgerðin var gjørd innanfyri brotsteigin. Sjónvarpsmyndurnar vístu tó, at so var ikki. Dirk Kuyt umsetti brotssparkið til mál. Hetta er hansara fjórða mál í tveimum Premier League dystum.
Eitt korter fyri tíð, økti Luis Suarez úr spískum. Sunderland fekk eisini John Mensah útvístan, umframt at Sunderland mátti skifta út tvær ferðir í fyrra hálvleiki vegna skaðar. Sigurin merkir, at Liverpool nú er fýra stig aftanfyri Tottenham á fimta plássi, sum hevur spælt ein dyst færri.
Tá liðini hittust í fjør á Stadium of Light vann Sunderland 1-0. Málið er síðani farið í søgubøkurnar sum eitt tað mest umtalaða í Premier League. Táverandi Sunderland framherjin, Darren Bent, koma at standa væl fyri í brotsteiginum og smekkaði til. Bólturin hevði beinaleið móti Pep Reina í Liverpool málinum, tá bólturin rakti ein reyðan Liverpool baðibólt og snýtti Liverpool málverjan.