Kvøða til fedrarnar ella fedranna tala til tey ungu

Hans Jacob Debes, dr. phil., ummælir bókina ?Úr Gjáar søgu. Barnaminni 2? eftir Petur Jacob Sigvardsen. Forlagið Búgvin

Hans Jacob Debes, dr. phil ummælir





Her upp undir jól er komið út annað bind av stórverkinum hjá Petur Jacob Sigvardsen. Hitt fyrra bindið kom í fjør um hesa tíð. Eg skrivaði tá nøkur orð um ta bókina, og eg eri so framligur at loyva mær at siga, hvat ið eg haldi um hesa seinnu.

Tað er ikki løtuverk at seta seg við so stórari bók, har sum hvørt orð má lesast við spekt, og ikki minni at gera eina samanfataða meting av einum so stórum verki. Tí hóast stóra vídd røkkur henda bók inn í hvønn krók í føroyskum bygdarlívi, soleiðis sum ein uppvaksandi drongur sá og fataði hetta lív í einum tíðarskeiði, sum hevði sínar røtur aftur í eldri tíð; men samstundis í einum tíðarskeiði, tá ið so mangt tók at broytast, og tá ið leiðin varð løgd inn í eitt nýtt samfelag. Tí Petur Jacob byrjar endurminningar sínar, t.v.s. endurminningar frá barnaárunum (og ikki frá øllum lívinum) nakað fyri, at annar heimsbardagi brast á; men til ber at siga, at høvuðsspennið liggur í stríðsárunum. Tað var eitt tíðarskeið, sum kom hvørjum menniskja í Føroyum við. Ikki minst viðkvæmar barnasálir mundu kenna hesar umstøður, tá ið alt lív var óvist, og lítið mundi vera fast.


Tríggir heimar

Í hinari greinini nevndi eg hollendska søgumannin Jan Huizinga, sum hevur skrivað eina bók, ?Homo ludens?, um, at uppprunin til alla mentan var spæl barnanna. Spæl barnanna er ein eftirgerð av lívinum hjá teimum vaksnu. Soleiðis verður mentan borin longur fram á vegin.

Hesar báðar stóru og virðismiklu bøkur hjá Petur Jacob byggja báðar upp undir týdningin og virðið í tulkingini hjá Jan Huizinga. Í hvørjum samfelagi vóru tveir heimar: Ein harður og veruligur og so sama mentan sum eftirgerð, sum spæl. Og tó: Ein triðja dimensjón var hin ósjónligi heimur, sum øll trúðu uppá, men sum eingin sá. Hann var tó ikki minni veruligur fyri tað.

Allar hesar tríggjar heimar hevur Petur Jacob fingið við í eina ótrúliga væl skrivaða kulturella ?tríeinigheit? (ella ?hina heilagu trinning?, sum tríeinigheitin eitur í føroyskari løgmansrøðu frá 1300árunum. Og slíkt verk er ikki lítið verk.

Ein og hvør føroysk bygd hevur altíð verið ein bygd fyri seg. Menniskjan lagaði seg sum frægast eftir givnum umstøðum, sum lítið kundi gerast við. Hetta gav hvørjari bygd sín dám. Gamli Darwin hevur ikki livað til fánýtis. Ein hysterisk og ikki serliga væl grundað ?kommunusamanlegging?, at gera Føroyar til eitt valdømi fer uttan iva at gera minni tann ?pluralitet?, sum júst liggur í nógvum mentanarliga sjálvstøðug-um eindum, har hvør bygd er nakað fyri seg.

Men kortini liggur sum mentanarsøguligt perspektiv, og sum nationaltsøguligt perspektiv, at søgan hjá einari føroyskari bygd er søgan hjá øllum bygdum. Musikkmenn kundu kanska havt kallað hetta eitt tjóðskaparligt tema við variatiónum.

Og variatiónirnar eru so nógvar í verkinum, at tær fáa illa verið fleiri. Tað er tí helst klókt at lesa yvirskriftir og undiryvirskriftir fyrst. Og síðan aftasta textkapittul um tøkkina til fedrarnar. Hon er einki minni enn ein national útgangsbøn.


Poetisk og

musikalsk skriving

Petur Jacob hevur, sum øll, ið kenna hann, vita, eina poetiska æðr. Hann hevur eisini eina musikalska, og sovorðnar æðrar munnu hoyra nakað saman til tess at skapa eina æstetiska heild í einum stórum bókmentaverki. Einki kemur úr ongum, og einki kemur uttan grund dettandi niður úr luftini.

Har eysturi hjá Lisabeth og Karl Jacob stóð (og stendur enn) eitt fínt og stórt orgul. Tað hevði Karl Jacob keypt í Aberdeen í krígsins vandatíðum, so sum rithøvundurin greiðir frá. Tað var so stórt, at tað fekst ikki niður í lastina á Fuglafjarðarsluppini ?Fame?, men mátti standa á dekkinum. Um ikki annað kundu skipsmenninir halda andakt á dekkinum við orgultónum. Tað má hava verið onkur musikalskur fuglfirðingur, sum hevur spælt. Faðirbróðirin Jóannes á Fløtti fatlaði henda stóra lut og bar hann niðan úr Fjøru. Tað skuldi sterkt bak til hjá einum manni.

Eg hugsi mær, at hesin vinsæli maður bar bókstaviliga musikalitetin ella møguleikan fyri at kalla hann fram, inn í húsini Yviri á Bø.

Hetta musiska elementið er ikki tikið fram í hesum ummæli sum nakað, ið hekk leyst, men mest sum bakgrund fyri tí málsliga musikalitetinum í hesum bókum, sum Petur Jacob hevur skrivað.


Innihald

Og hvat stendur so í hesi bók? Kapitlini eru nógv, bæði sum høvuðskapittul og undirevni, so sum nevnt var omanfyri. Ógjørligt er í viðfangi sum hesum at viðgera tey øll, enn minni teir úrvaldu partarnar, til lýtar. Ein ummælari hevur tó ta skyldu at greiða áhugaðum so nøkulunda frá, hvat ið stendur í bókini og so at hava nakrar metingar um tað.

Ikki tí tað hevur verið nógvur dramatikkur í lívinum hjá dreingjum og gentum í Føroyum í teimum døgum, sum á mangan hátt var eitt tíðarhvarv.

Tað var einki keðiligt lív at vaksa upp við Gjógv. Tað dugir høvundurin at skriva saman til eina fast skipaða heild, eins í teirri fyrru bókini logiskt samanhangandi og í vøkrum og róligum stíli, tó ikki uttan stillføra ironi við einum yvir ella undirtóna av takksemi móti teimum menniskjum, honum untist at vaksa upp ímillum, og alla tíðina við virðing fyri teimum.

Ein annar tóni, er hann so yvir ella undir, er glaða kristna sannføring hansara etiskt grundarlag fyri øllum, bæði tí, sum var, og tí, sum eftir kom. Hon skaðar ongantíð stílin; birtir heldur uppundir sum andlig inspiratión.


Torvið

Tann fløvin, føroyingar, og ikki bara Gjáarmenn, skuldu fáa, mátti koma úr torvinum. Petur Jacob hevur áður skrivað heiðurslønta ritgerð um torvið og allan tann kurlturform, sum arbeiðið við torvinum var.

Sum fyrsta kapittul eru ikki færri enn einar 55 síður um torvið. Tað er bæði spennandi og lívgandi lestur hjá teimum, ið sum barn hava upplivað tær bjørtu og stuttligu løturnar burtur í torvi. Alt er við: Í byrjanini um torvheiðarnar, við staðanøvnum, sum mugu hava týdning fyri føroyska málsøgu (eins og øll hini staðanøvnini, hann nevnir í øðrum samanhangum), um hon nakrantíð verður skrivað, eldar á heiðini, at fara eftir torvi, og so grundigur, sum hann er, endar hann við torvinum í komfýrinum, og fyri at gera alt liðugt við øskuni, teirri seinastu leivdini av øllum hesum stríði.


Hoyggj og

grind og seyður

Kúgvin var, ið hvussu er, eitt álit í hvørjum húsi. Uttan hoyggj var eingin kúgv. Lesarin fær at vita, hvussu alt tað arbeiðið gekk fyri seg. Aftur her er logikkurin so greiður og systematiskur (og tað skal logikkur helst vera). Her fæst at vita, hvussu alt æt í hoyggingarlívinum. Sjálvandi byrjandi við at binda í og brýna og alt, sum liggur ímillum, áðrenn borið verður inn.

Gott og neyðugt mundi vera at eiga saltgrind í tunnuni. Gjógv er ikki hvalvág, so Gjáarmenn máttu ofta fara langt í grind og eftir grind. Grind á tí høgliga Funningsfirði mundi vera so sjáldan. Gjáarmenn fírdu ikki fyri at fara í grind, sum var rikin á Fuglafjørð, á Gøtu, inn í Vág, til Hvannasunds ella út í Sundalagið.

Hvussu hart lívið var, er tann frásøgnin um, tá ið pápi Petur Jacob 15 ára gamal fór til gongu til Vestmanna í grind saman við Sofus Debes handilsmanni, út til Norðskála, yvirum til Nesvíkar og haðan til Hvalvíkar, so til gongu upp um fjøll til Vestmanna og so sjálvandi aftur til Gjáar. Guðsgávan mátti ikki fara so. Hetta var stutt eftir, at pápi Karl Jacob, Petur Jacob á Fløtti, sum var kendur skipari, var burturgingin við Klaksvíkarskipinum ?Kristinu? við tveimum sonum.

Tá vóru Føroyingar so frægt kristnir, at teir hildu hvíludagin heilagan. Rithøvundurin nevnir tó, at tá ið grindaboð vóru, vórðu tey eisini borin í kirkjuna, og at menninir skundaðu sær ljódliga út haðan og í grind.

Seiðurin mundi ofta vera gott íkast sum døgverðamatur. Seiðaróður ella dyrging var eisini fyri stórar smádreingir, tá ið skipsmenninir vóru burtur. Oftast við eldri og gomlum monnum. Eisini har, sum menn dyrgdu, eru at finna øll staðanøvnini, har sum dyrgt plagdi at verða. Har kundu dreingirnir, um ikki annað, læra at kenna seiðaleiðirnar og læra at syfta.

Men tað var ikki bara á dyrging, at menn fingu seið. Eins og allastaðni í Føroyum var altíð eitt ?seiðaberg?. Hvør bygdadrongur minnist ikki tær løturnar?


Sambandið

við ?umheimin?

Til Gjáar var eingin vegur fyrr enn seint í 1950árunum, tá ið vegur varð gjørdur til Eiðis og Funnings. Har mátti nógv gangast hjá teimum, sum skuldu av bygdini, ikki minst hjá skipsmonnum. Gjógv er brimpláss, so tað var javnan um veturin, at strandfaraskipini ?Pride?, ?Poppy?, ?Smyril? og ?Ternan? ikki kundu koma á Gjógv. Tey kundu tó tá ofta koma á Funning, og fóru Gjáarmenn til Funnings eftir vøruni. Har var altíð blítt at koma, væl var millum bygdirnar, og altíð fekst ein drekkamuður. Hesar vørur vóru oftast til handlarnar.

Men tað var tungt at ganga niðan Hóvabrekku og ofta hált niðan móti Skarði. Tað var ikki óvanligt, at menn máttu fara úr styvlunum og ganga á leistum niðaná.

Hóast viðurskiftini vóru, sum tey vóru, var Gjógv ikki ein avbyrgd bygd. Posthúsið var hjá Petur Kristjani handilsmanni. Hagar kom posturin inn, og haðan fór hann út, rógvin umborð á skipini við bátum hjá StóraPeturi og ofta borin til Funnings, tá ið soleiðis var. Hvør minnist ikki Hans Jacob í Horni tær mongu ferðir, hann fór til Funnings í hesum ørindum fyri Petur Kristian. Tær ferðirnar mundu ikki allar vera so tespiligar. Men alt gekk, sum tað skuldi, hvørja ferð.

Tað var ikki gamansleikur at sleipa inn í Gjónna, ofta í ringum líkindum, langar flotar av samanbundnum petroliumstunnum og ikki minni at fáa tær niðan á Gjónna, eftir teim brøttu og longu trøppunum. Hetta arbeiðið var alt annað enn vandaleyst. Í bókini er ein dramatisk frásøgn um tað lívið. Tað lætnaði tó, tá ið tey nýggju spølini komu.

Ikki minsta sambandið við umheimin var telefonin, sum kom í 1907. Hon var hjá Sofus Debes, og hvør minnist ikki at verða biðin um at fara við telefonboðum til onkran mann har úti í bønum. Tá fekst altíð eitt oyra afturfyri. Oftast mundi hetta vera skipsboð. Telefonin mundi lætta nógv um. Til tey blíðu fólkini Sofus og Jóhannu kom nógv fremmant fólk, og ikki bara fyri at tala í telefon.

Ikki tann minsta týdningin fyri samskiftið inneftir og úteftir mundu handlarnir hava. Hesir handlar vóru meira enn bara handlar. Hagar komu nógvir menn, ikki bara fyri at keypa, men eisini fyri at seta seg niðurat eina løtu at práta við aðrar. Hjá smádreingjum var hugnaligt at sita og lurta eftir monnum, sum vistu frá nógvum at siga bæði av sjógvi og landi. Eisini um politisk viðurskifti.

?Infrastrukturinum? var lítið at reypa av. Tað, sum gjørt varð av vegum, var pliktarbeiði. Teir vegir, sum gjørdir vóru í bygdini, vóru fyrst og fremst uppdyrkingarvegin; men teir mundu tó vera eitt sindur meira enn tað. Vegin heimeftir Norðan fyri Ánna stakk Pætur á Bø út. Tá ið vegurin varð gjørdur úr bygdini Sunnan fyri Ánna og knappliga heim til Nýggj garð, var Jacob Larsen í Búrstovu arbeiðsformaður. Hetta var stórfyritøka hjá bygdarfólkinum. At gera ta stóru og breiðu Niðaru Brúgv um Ánna í 1939 var einki annað enn eitt bragd. Hon stendur enn, sum hon varð gjørd, og hevur eisini klárað alla nýtíðar ferðslu.




Flutningskollvelting

Men størsta kollveltingin í øllum samskifti mundi vera, tá ið Benadikt í Bíggjarlagnum keypti hin nýggja og fína Bedfordlastbilin í 1950. Tað var av sonnum ein stórur dagur, tá ið sandbáturin ?Ormurin? í Fuglafirði kom við bilinum inn í Gjónna. Tað var tó neyvan nakar stuttleiki, sum umstøðurnar vóru tá, at fáa hann niðan á Gjónna. Har stóð nógv á, ikki minst hjá Benadikt. Við bilinum broyttist nógv og alt til tað betra. Vegasamband var tó ikki til aðrar bygdir. Bilurin var fyrst og fremst til arbeiðið í bygdini; men við hvørt sunnukvøld kundi bera til hjá ungdóminum at fáa Benadikt at koyra ein túr heim á Skarð (longri slapst ikki) og omanaftur. Sessirnir vóru beinkir á lastini og dúgliga varð sungið. Hesin hugnaligi túrur kostaði eina krónu fyri hvønn.


Portrið til Norðhavið

Gjógvin er ljós og fjálg á sumri. Í myrkri er hon ikki hugnalig og unnilig. Hon var tó lívæðr Gjáarmanna til havsins og mólu so veðurbardir og útvekraðir í ymsar ættir við línutrogum, uppstandarum, kíkum og mongum øðrum, sat vektarmaðurin sum negldur á einum kassa (uppi yvir Tíggjundakrubbuni) har uppi undir berginum beint oman fyri vektina. Álvarsamur sat hann og stardi undan eygnagløsunum niður á vektina, meðan avreitt var. Búni hansara var eisini so nógv øðrvísi enn hjá útróðrarmanninum. Stundum bað hann útróðrarmannin taka ein lítlan fisk av aftur vektini, stundum skuldi hann býta ein minni fisk við ein størri, til tað vigaði. Sum tekin um, at vektin var í lagi, sást tú hann lyfta upp blýantin, hann helt í høgru hond.?

Hetta var sanniliga vinnulívsmentan og ?stílur? undir krígnum við Gjógv. Og stórar kundu tær fiskarúgvurnar vera, sum skip og bátur hjá Gamla Sámal Peturi í Fuglafirði komu eftir, og sum smádreingir og (helst við Sjúrða á Fløttu sum formanni) róðu umborð.

Frá krígstíðini eru eisini aðrar myndir, t.d. tað ið menn prátaðu um kríggið; men sjómenn plaga at tosa lítið um vandaferðir.

Frá útróðrarmonnum er ein frásøgn, sum ber yvirskriftina ?Á útróðri í útnyrðingsódn?, um eina minniliga ferð hjá sjeymannafarinum ?Langabba?. Formaður á bátinum mundi vera ein, ið stóð mær so nær sum nakar. Hóast frásøgnin er drúgv, lýsir hon vilkorini hjá útróðrarmonnum har norðuri. ?Langabbi? mundi ikki vera tann einasti, sum í ringum umstøðum næstan ótrúliga slapp heim um Rivtanga og sleit upp land. Men Hjalmar á Teigunum dugdi eisini so væl at skapa dramatikk.



Bardagaár

Við heimsbardaganum kom óhugnin í alt føroyskt samfelagslív. Nógvir av pápunum sigldu í hesum vandatíðum, og altíð var óvist, um teir komu aftur. Sjálvandi varð nógv tosað um alla óvissuna, ótryggleikan og vandan í henni. Hesum greiðir Petur Jacob livandi og sannførandi frá. Radio var bara í heilt fáum húsum. Í handlinum hjá Petur Kristiani var eitt Evropakort við knappanálum, sum vóru fluttar, so hvørt eydnan skifti. Eftir knappanálunum varð lagdur ein reyður tráður, sum sýndi tey skiftandi hermótini. Hetta var eisini siður (sum vera man oftast í loynd) í londum í Evropa yvirhøvur.

Longu annan dagin fyri ella dagin fyri at Føroyar vórðu hersettar 12. apríl, vórðu fólk við Gjógv varug við, at álvarsamar stundir stóðu fyri framman. Eingin sigur seg vita um hesa hending uttan øll tey Gjáarfólk, sum hoyrdu brestirnar frá tungum kanónum í stórum sjóbardaga norðanfyri. Fólk hoyrdu skotríðirnar, men sóu einki.

So kom myrkaleggingin, og so komu minurnar. Onkur rak á land við Gjógv, og skaði stóðst av so sum í øðrum bygdum. Onkur varð skotin. Allir vandar vóru veruleiki. Og hvussu var vandin fyri skipum og skipsmonnum? Hann mundi telja meira. Týsk flogfør komu inn yvir bygdina, eisini einaferð menn vóru á fjalli á várgongu, so at fjallmenninir máttu krógva seg, har sum lívd kundi vera. At kríggj var, mundi vera sjálvt børnunum greitt, tá ið tey fyri fyrstu ferð sóu brynjaðar bretskar hermenn í bygdini. Tað hevur sjálvandi verið spennandi at síggja so sjáldsamar gestir. Tað segðist, at hermenn vóru Uppi á Barmi og kannaðu møguleikan fyri at gera krígsflogvøll har.


Rekin

Gjógv er gott rekapláss á høgætt og serliga á landnyrðingi. At leita eftir reka er helst ein natúrligur og góður siður í trotatíðum, tá ið alt hjálpir til.

At leita eftir reka var eisini ein mentanarformur fyri seg. Men rekar í krígstíðum av hasum slagnum kundu bæði vera góðir og ringir minur og aðrir spreingiknøttar og so annað, sum kundi koma væl við. Tá kundu menn leggja nógv fyri. Dreingirnir skuldu jú eisini læra seg at verða rekamenn. Væl kendur er hin stóri flakin, sum Kristian Jóhannes fann Eysturi í Fjøru. Hann var av tí góða slagnum. Tey, sum vóru børn tá, minnast enn alt tað góðgætið, sum fingið varð úr honum.

Men eisini undir hesum undarligu umstøðum lagaði barnasálin seg eftir givnum veruleikum og gjørdu eisini hann eftir. Sjógvurin hjá børnunum við Gjógv var fyrst og fremst Áin, og hóast partar av Ánni kundu vera Ólastovuáin, Gortruáin og aðrar ?áir?, so var barnahavið fram um øll onnur tann passaliga djúpi og vakri Lítlifløttur. Tað man vera fáur drongur, sum ikki hevur verið ?kópur? har. Har høvdu dreingirnir bátar; har gjørdu teir havnir og bryggjur. Har var ein heilur vaksnamannaheimur í lítlari, men trúgvari útgávu.


?Aurora?

Á trappuni hjá Olsen løgdu smádreingjabátarnir upp veiðina. Har sat álvarsamur maður (eins og tann niðri í Gjónni) og gjørdi veiðina upp, skrivaði vektarseðlar og hevði annars samvitskufult alla umsiting av útróðrinum við steinum sum fiski. Aurora, sum sigldi við fiski, tá ið reiðarin og fiskakeyparin hevði tíð, var tó ikki nøkur stásilig snekkja; hon var ein blikkkassi; men var nú ikki verri far fyri tað, og helst hevur verið neyðugt hjá henni at taka nógvan fisk, tí at útróðrarmenninir, dreingirnir, vóru nógvir, og teir fiskaðu nógv. So nógv, at við hvørt mátti Stóraskip hjá Petur Jacob hjálpa til.

Aurora og Stóraskip avreiddi Niðri á Sandinum. Har vóru Aberdeen, Grimsby og Hull.

Innløga og gjaldføri mundi sum í øðrum fiskiskapi vera hampuligt. Gullið fekst úr sandinum Niðri í Fjøru. Tað vóru tinnurnar. Í upplaðaðum handlum ovarlaga í Fjøruni høvdu genturnar handlar, og har kundu alskyns vørur keypast fyri tinnur. So øll henda barnamentan var ein væl virkandi samfelagslig og búskaparlig skipan, minst líka væl virkandi sum tann í vaksnamannaheiminum. Páparnir sigldu til Bretlands og keyptu forkunnugar vørur har. Dreingirnir sigldu í Ánni og keyptu líka forkunnugar vørur frá gentunum Niðri í Fjøru.


Loysing við Gjógv og tá ið mentan var skeiv.

Í hesum møguligu fullveldistíðum verður kanska onkur politiskur sjónleikur, sum verður spældur umaftur. Men tað var sanniliga ikki spæl hjá ungdóminum við Gjógv, tað, sum Petur Jacob fortelur um føroyskan politikk í krígsárunum.

Tá ið Thorstein Petersen og Poul Petersen vóru á politiskum fundi við Gjógv, vóru teir inni hjá Karl Jacob. Sjálvandi sat hann undir hvørjum orði. Hann greiðir frá politiskum fundum í privathúsum (hjá fólkafloksmonnum væl at merkja) og serliga einum í Dansistovuni uppi á Gjógv og einum í neystinum í Trøðni. Har gekk ikki milt fyri seg.

Radioapparatini vóru fá tá á døgum. Menn og unglingar tyrptust í einum húsum at lurta eftir úrslitunum, sum Telegrafstøðin í Havn sendi út 14. september 1946. Verturin var ikki loysingarmaður, og tá teir høvdu talt saman, varð komið til, at meiriluti var fyri stjórnaruppskotinum. Tá letur í einum unglingi: ?Tit hava gloymt mentuna!? Talt varð umaftur, og rætt hevði hann: Meiriluti var fyri loysing. Við Gjógv høvdu 74 atkvøtt fyri loysing og 24 fyri stjórnaruppskotinum (ávikavist Fólkafloks og Sjálvstýrisfloksatkvøður).

Farið varð í kirkjukjallaran eftir flaggstongini hjá ungmannafelagnum ?Norðstjørnini?. Hon var av bambus og so stór og høg, at hon varð brúkt til stranga, tá ið menn vóru til bjarga. Hon varð sett niður í Ánna og surrað at Brúnni, og tað stóra flaggið hjá ungmannafelagnum varð vundið á stong.

Øllum dámdi helst ikki so væl allan hendan rómin. Vandi var fyri, at onkur kom og tók hetta flaggið niður henda sunnumorgun. Dreingirnir vóru tá, skrivar Petur Jacob, eitt sindur móðir og orkaðu lítið meira. Tá kom ein eldri bulmikil maður (eg hugsi mær, at tað man hava verið Gamli Pætur) og bað teir fara heim at sova; hann skuldi sita undir Merkinum. Har hekk Merkið sum tekin ella heldur prógv um, at Føroyar vóru frælsar. Henda søga er søgan um ta idealismu, sum Føroya ungdómur fyrr hevði, men sum hvarv. Hvør veit, kanska er hon komin aftur nú.


?Barnsins gaman?

Gaman og leiku vórðu tá ikki keypt og kundu nóg illa keypast. Hjá børnunum var tað natúrligt at skapa sjálv. Barnamentanin er ein gjøgnumgangandi partur av báðum bókunum, tí sum rithøvundurin sigur:

?Sum nomið er við aðrastaðni í hesum bókaverki, so vóru tey vaksnu, og tá serliga foreldrini, fyrimynd barna. Her royndi so smágentan at stíga í spor móður sínar, og sonurin elti faðir sín. Hetta var so sjónskt at síggja bæði í barnaspølunum og tí, børnini vóru uppi í arbeiðslívinum. Tað ber tí sjálvandi illa til at skriva síni barnaminni og ikki gretta um barnsins leik og spæl, tí satt at siga, so spældu vit tt, at tað er skrivað sum ein samanfatan av øllum tí, sum lagt hevur verið fram, og í takksemi fyri at hava fingið tann frammíhjárætt at vaksa upp við Gjógv, í hesi bygd við so nógvum møguleikum. Vakrari kann tað ikki sigast:

?Her var alt lívsgrundarlagið hjá bygdarfólkinum: hagin, bøurin, sjógvurin og bjørgini. Í hesum viðfangi er eisini vert at nevna torvið... So høvdu forfedrar okkara eisini ta føstu lívsáskoðan ella rættari: trúgv, at alt tað tilfeingi, ið var at fáa úr lívsgrundarlagi teirra, var Guðs gáva. Teirra lutur var so at arbeiða, røkja og umsita væl hetta lívsgrundarlagið og tær ognir, teimum vóru litnar til, og gjørdu teir tað, høvdu teir tað álit á Skapara sín, at hann so eisini gav teimum tað, teimum tørvaði til lívsins uppihald.?

Hetta er einki minni enn ein heilskapt heimsmynd hjá rithøvundinum, og hon er stutt og greið (hóast hon er væl longri í kapitlinum).

Henda bókin er prýdd við o.u. 160 frálíkum myndum frá Gjógv. Tað er neyvt samsvar millum myndirnar og sjálvan tekstin, sum tí kenst enn meira livandi og nærstaddur at lesa.

Áðrenn Yvirlit og fólkanøvn og Myndaeigarar standa aftast í bókini, er eitt Eftirmæli, sum ber heitið: ?Kvøða til fedrarnar?. Her skal bara endast við tveimum teimum seinastu reglunum:

?Dýrmætan førning frá fedrum vit fingu í kova.

Stórur er saknur, nú hesi í moldini sova.?

Petur Jacob Sigvardsen hevur sanniliga sett teimum eitt virðiligt minni.

Bókin er prentað og innbundin hjá Einars Prent, og tað má sigast um hesa, eins og sagt var um ta fyrru bókina, at hon er einki minni enn eitt prentlistarverk og eitt prýði fyri føroyskt prenthandverk.