Kvæðini stíga inn í framtíðina

Føroyar er einasta land í heiminum, har aldargamla kvæðamentanin framvegis er á lívi. Í nýggju bókini Endurreisn kvæðanna varpar søgufrøðingurin Sólfinn Hansen á sannførandi og hugtakandi hátt ljós á, hvussu tað ber til, at føroysku kvæðini støðugt hava noktað at sett seg á aftasta bonk, hóast mótstøðu og ofta ivasama umstøður

 
Kvæðarokkur á hittlistunum, føroyingarkvøld við føroyskum dansi, myndevni úr kvæðum á frímerkjum, plakatum og teknirøðum. Hugurin hjá føroyingum at brúka og endurskapa gomlu føroysku kvæðini í nýggjum høpi blómar, samstundis sum meir enn 2000 limir í dansifeløgum kring landið tryggja, at lív verður hildið í gomlu kvæðasiðvenjuni
Men onki av hesum er nøkur sjálvfylgja. Í londunum kring okkum eru kvæðini langt síðani horvin sum livandi partur av mentanini, og eru mest at meta sum ein fornleivd, ið verður tikin fram av søguligum áhuga. Í roynd og veru er Føroyar einasta landið í heiminum, har aldargomlu kvæðini og dansurin framvegis liva, og fekk hetta UNESCO í 2003 at meta tey vera av so unikkum slagi, at tey høvdu uppiborið varðveitslu.
Tí má tað undra, at størri vilji ikki er at hóma hjá almennu føroysku mynduleikunum at tryggja hesum serstaka parti av okkara mentanarvi tær umstøður, hann hevur uppiborið. Í Mentanarálitinum frá 2002 verður føroyski dansurin bert nevndur við fáum reglum, og í fólkaskúlalógini er tað upp til persónligu sannføringina hjá foreldrunum at gera av, um børn teirra skulu hava frálæru í føroyskum kvæðum.
Betri fyrr í tíðini?
Tá framtíðin hjá føroysku kvæðunum sostatt tykist vera latin til sjálvbodnar kreftir og tilvildina, er freistandi at ivast í, um tey yvirhøvur fara at yvirliva. Men hesum er onki nýtt í. Í nýggju bók síni Endurreisn kvæðanna vísir søgufrøðingurin Sólfinn Hansen á, at sambært gomlum keldum, tykist tað sum at kvæðini altíð hava havt tað betri fyrr í tíðini. Líka síðani miðskeiðis í 18. øld hava søgufólk og onnur stúrt fyri framtíðini hjá kvæðunum, og var hetta tí oftast orsøkin til, at farið varð undir at savna tey inn og skriva tey niður  til varðveitslu fyri eftirtíðina, nú kvæðini enn einaferð stóðu og riðaðu á gravarbakkanum.
At kvæðini kortini framvegis liva kann sostatt tykjast heldur gátuført. Ikki minst tá vit hugsa um, at kvæðini ofta verða mett at vera einsháttað í bygnaði og sniði, og at skaldskapur av hesum slag ikki er serstakliga opin fyri nýgerðum og broytingum. Í Endurreisn kvæðanna setur høvundurin sær tí, sum eitt tað fyrsta, fyri at kanna, hvørji viðurskifti hava verið orsøk til, at føroysku kvæðini hava hórað undan, hóast stórar mentanarligar og samfelagsligar broytingar og í ávísan mun beinleiðis mótstøðu frá eitt nú vekingarrørslunum.
Løtt at minnast
Hóast kvæðini kunnu tykjast nakað stirvin, samanborið við modernaðan tónleik/dans og skaldskap, er nógv sum bendir á, at tað nettup er nakað í teirra náttúru, ið ger, at fólk hava havt lætt við at taka tey til sín. Í bókini greiðir Sólfinn frá, at í høvuðsheitum fylgja føroysku kvæðini sama mynstri.
Lurta tú eftir kvæðum ella lesur tey, leggur tú skjótt merki til, at tey eru skipað kring sera nógvar fastar endurtøkur.
- Hetta eru sokallaðir formlar ella minnisteknikkir, sum kanska eru týdingarmestu byggisteinarnir í kvæðunum. Eitt sindur einfalt kanst tu siga, at formlarnir eru tað, sum gera kvæði til kvæði, og sum samstundis ger tað lætt at minnast tey, sigur Sólfinn og leggur afturat, at hesir innbygdu minnisteknikkir sjálvandi hava havt alstóran týdning, tá frálæran í kvæðum enn bara var munnlig.
Men eisini fyri skiparan hava minnisteknikkirnir verið rættiliga avgerandi fyri, hvussu væl kvæði og dansurin gekk.
- Um okkurt ørindi var gloppið skiparanum úr minninum, gjørdu føstu endurtøkurnar tað lutfallsliga lætt at enduryrkja tað, sum manglaði, á ein hátt so tað framvegis fall væl inni í kvæðið og uttan at steðgur kom í. Men tað kann eisini væl hugsast, at skiparin við vilja hevur broytt einstakar fastar vendingar nettupp fyri at fáa variatión í kvøðingina. Slík spontan enduryrking eigur ikki at verða lagdur skiparanum til last, hóast hon kanska hevur avbronglað onkur kvæði smávegis. Hetta er jú ein nátúrligur partur av eini livandi munnligari traditión, sum ikki hevur skrivligt tilfar at styðja seg til, minnir Sólfinn á.
Sjálvt orðatilfeingið er eitt annað eyðkenni, sum uttan iva hevur spælt sín leiklut í, at kvæðini ikki bara hava yvirlivað, men eisini kunnu tilskrivast ein part av æruni fyri, at føroyskt yvirlivdi og gjørdist skriftmál. Hetta orðatilfeingið var so mikið ríkt og áhugavert fyri málgranskarar, at teir fóru undir at geva kvæðini út á skrift.
- Fyri munnligu kvæðatraditiónina vórðu hesar útgávurnar helst mønustingurin, men fyri kvøðingina merkti tað, at kvæðini sluppu út til fólk, sum fyrr ikki høvdu havt eins gott høvi at læra seg tey, sigur Sólfinn.
Tjóðarkaldskapur
Í bókini vísir Sólfinn eisini á, hvussu samfelagslig rák og broytingar hava havt týdning fyri útbreiðsluna og undirtøkuna av kvæðunum millum fólk.
Við spírandi tjóðskaparrørsluni fyrst í 19. øld gjørdust kvæðini eitt slag av tjóðarskaldskapi føroyinga. Ikki tí, kvæði, kvøðing og føroyskur dansur eru fyrst og fremst fólkalívsfrøðilig føroysk fyribrigdi, og tí er tað heldur kunstigt at tengja politiskar undirtónar at teimum, minnir Sólfinn á.
- Men í Føroyum eins og aðrastaðni vóru tað siða- og mentanararvur, ið vóru hornasteinarnir í tjóðskaparligu vekingartilgongdini, og her vóru kvæðini sjálvsagt í serstøðu. Tí tóktist tað natúrligt hjá tjóðskaparrørsluni at taka kvæðamentanina til sín, fyri á tann hátt at hevda sín føroyskleika móti tí fremmanda, sigur Sólfinn.
Hóast sterkar tjóðskaparkreftir sotstatt uttan iva vóru sinnaðar at fara langt fyri at verja kvæðini og dansin, gekk ikki long tíð, til røddur aftur hoyrdust spáa um, at kvøðingin stóð fyri hóttafalli. Við samfelagsbroytingunum í kjalarvørrinum á ídnaðarkollveltingini varð pallurin fyri kvæðini fysiskt fluttur frá heimunum til dansistovur, innrættaðar til endamálið. At síggja til førdi hetta eitt brot við sær millum ættarliðini, ið gjørdi frálæruna innan kvæði ikki sørt truplari. Men heldur enn at gerast eitt afturstig fyri frálæruna hevði hetta við sær, at fólk gjørdust enn meir varug við týdningin av at røkka ungdóminum, um kvæðini skuldu yvirliva. Skjótt fóru áhugafeløg tí at skipa fyri ungdóms- og vaksnamannadansi, og hava tey hildið fast við hetta virksemið líka síðani. Sólfinn nevnir í hesum viðfangi, at tað heldur ikki var heilt rætt, tá onkur vildi vera við, at skilnaður ikki hevði verið millum ættarliðini, áðrenn dansistovurnar tóku seg fram.
- Alt bendir á, at tað altíð í onkran mun hevur verið skilt millum ættarliðini, tá dansast skuldi  tá heimini vóru nýtt at dansa í, dansaðu børn fyri seg og vaksin fyri seg, og tá, eins og nú, hava eldri kvøðarar verið til staðar at leggja teimum ungu lag á, sigur Sólfinn.
Fordærvelsen i verden
Hóast dapurskygdu spádómarnir um framtíðina hjá kvæðunum oftast hava víst seg at verið ógrundaðir, er tað ikki frítt, at kvæðini og dansurin hava verið fyri mótstøðu, eisini beinleiðis. Serliga vóru tað vekingarrørslurnar, sum stúrdu fyri avleiðingunum av dansinum, tí hesin sambært teimum hoyrdi til fordærvelsen i verden. Ført hevur verið fram, at tað ikki so nógv var dansurin ella kvøðingin í sær sjálvum, sum førdi til mótstøðuna frá vekingarrørslunum, men heldur tann brennivínsólevnaður, sum dansurin hevði við sær. Men Sólfinn ivast í, hvussu rætt hetta er.
- Keldur frá hesi tíðini nevna nærum onki um, at meir ólevnaður hekk upp í føroyska dansinum enn øðrum frítíðarítrívum, og slett ikki meir enn uppi í enska dansinum. Heldur hevur tað verið ein puritansk mótstøða móti tí verðsliga lívinum sum heild, sum hevur verið orsøk til mótviljan hjá vekingarrørslunum, sigur Sólfinn.
Í hesum sambandi er eisini vert at leggja merki til, at politiseringin av bæði tjóðskaparrørsluni og vekingarrørslunum førdi til fleiri samanbrestir millum tátíðarinnar høvuðsrák í føroyskum politikki, har sjálvstýrisrørslan spældi uppá nationalromantisku kenslurnar, meðan vekingarrørslan fór í part við sambandsrørsluna og spældi uppá átrúnaðarligu kenslurnar. Hetta hevði við sær, at viðhaldsfólkini hjá hvørjum øðrum fóru at vilja líkjast frá fólkunum í hinum partinum. Tí lá tað í luftini, at tjóðskaparfólki tók frástøðu frá átrúnaði sum integreraðum parti av lívnum og missiónsfólki tók frástøðu frá føroyskum máli og siði; helst meir enn tey annars høvdu gjørt, var tað ikki fyri at vilja líkjast mótstandarunum sum minst.
Løgin lóggáva
Trýst elvir sum kunngt til móttrýst, minnir Sólfinn á, og heldur lítlan iva vera um, at mótstøðan hjá vekingarrørslunum móti kvøðing og dansi hevur verið viðvirkandi til, at fólk fóru at stovna dansifeløg fyrst í 1950unum. Men vekingarrørslurnar hava sett síni spor. Til dømis hava allar royndir at fáa kvæðaundirvísing inn um skúlagátt verið fyri mótstøðu, kanska mest beinleiðis frá átrúnaðarligum sjónarmiðum, sum hava tikið áskoðanina hjá vekingarrørslunum mótvegis føroyskum dansi til sín.
Hóast tað í 1997 umsíðir eydnaðist at samtykkja eina lóg, har kvæðini fáa innivist í fólkaskúlanum, hómast aftur her ein ávís mótstøða. Sambært lógini skulu somu fyrivarni, ið verða tikin viðvíkjandi kristnifrálæruni til tess at vísa fyrilit fyri øðrum átrúnaðum, eisini verða tikin viðvíkjandi kvæðunum. Eins og við kristnifrálæru, kunnu næmingar sostatt verða frítiknir fyri kvæðafrálæru. Men meðan næmingar, sum eru fyltir 15 ár, skulu geva sítt samtykki fyri at verða frítiknir frá kristnifrálæruni, verður eitt tílíkt samtykki ikki kravt, um foreldrini ynskja frítøku frá kvæðafrálæruni. Hetta undrar Sólfinn ikki sørt, serliga um vit hava í huga avgerðina hjá Mentamálaráðnum frá 2001 um at kanna, hvussu vit skulu gera, so føroyski dansurin verður ein nátúrligur partur av tí at vera føroyingur.
Sólfinn heldur tað vera ilt at siga við vissu, hví løgtingið soleiðis hevur valt at taka somu fyrivarni mótvegis kvæðafrálæru sum kristnifrálæru. Hann heldur tað tó vera rættiliga sannlíkt, at hetta fyrivarni byggir á eina áskoðan, sum er beinleiðis niðurarvað frá vekingarrørslunum.
Hugurin er góður ...
Hóast daprir spádómar, aldudalar og avmarkandi lógarsmíð siga sína søgu um støðuna hjá kvæðunum, er tað í livandi mentanini millum fólk, vit finna ábendingar um teirra framtíð. Og har, millum fólk, tykist hugurin at varðveita og endurnýggja føroysku kvæðini og dansin at vera av besta slag. Stóra nýbrotið í hesum høpi hava vit sæð, við at kvæðini hava flutt seg frá fólkatónleikaøkinum til popptónleikin og harvið enn einaferð hava brotið seg ígjøgnum gjónna millum ættarliðini. Fyrst at framføra kvæði við rock-akkordum og afturvið rútmiskum tónleiki var bólkurin Harkaliðið, sum við síni serstøku framførslu av Ólavi Riddararós boðaði frá nøkrum heilt nýggjum í føroyskum kvæðahøpi. Síðani hava øðrvísi kvæðaframførslur vundið uppá seg, og seinasta skotið á stammuni er Týr, sum við síni nútímans útgávu av Orminun Langa megnaðu at gerast nr. 2 til Prix Føroyar í 2001 og harfrá fóru upp á ovastu rók á føroysku hittlistunum. Eisini uttanlands er eftirspurningur eftir kvæðarokkinum hjá Týr, og lítil ivi er um, at tað her er nýggi altjóða áhugin fyri tí etniska og sermerkta, sum ger vart við seg.
Men hóast gomlu føroyingarnir ivaleyst høvdu hvept seg eitt vet, vekir kvæðarokkurin uttan iva á leið somu kenslur, sum ein kvøldseta við kvæðum fyrr í tíðini, heldur Sólfinn.
- Sjálvt um hesar framførslurnar broyta kvæðini í ávísan mun, trúgvi eg ikki, at týdningur, áhoyrarar og luttakarar leggja í tey, er broyttur stórvegis. Tá hundratals ungdómar brádliga fara upp á gólv á eini festival til kvæðarokkin av pallinum, snýr tað seg framvegis um at dyrka eina felags samleikakenslu og felags mentanarliga røtur. Spurningurin er, um spontani dámurin, hesar løtur hava yvir sær, ikki er meir í tráð við upprunaligu livandi kvæðamentanina, tá saman um kemur. Skipaða kvøðingin hevur sjálvandi stóran týdning, men tað er ongin ivi um, at nýskapanin hevur ein avgerandi leiklut í endurreisn kvæðanna, sigur Sólfinn at enda.