Finalan í amerikanskum fótbólti er størsta ítróttar- og sjónvarpshending í USA. Í kvøld verður Super Bowl á Lucas Oil Stadium í Indianapolis.
Hetta er bert fjórðu ferð, at Super Bowl verður hildið í einum býi við køldum veðurlagi. Liðini í Super Bowl hesaferð eru New England Patriots og New York Giants.
Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð hildið í 1967, er finaludagurin blivin størsta ítróttarhending í USA. Sum sjónvarpsundirhald verður tað ikki tikið. Super Bowl eigur metið sum mest sædda sending í sjónvarpi í USA nakrantíð, og á topp 20 listanum yvir mest sæddu sjónvarpssendingar seinastu 40 árini, eigur Super Bowl 16 pláss.
Í fjør hugdu 111 milliónir amerikanarar í sjónvarpi eftir Super Bowl, og tað er met. Harafturat varð Super Bowl víst í 232 londum kring heimin. Men Super Bowl hevur tó ikki eins nógvar hyggjarar kring heimin, sum finalan í Champions League fótbóltskappingini hjá UEFA hevur.
Tað verður nógv gjørt burtur úr undirhaldinum í hálvleikinum í Super Bowl, og hesaferð skal Madonna framføra. Songkvinnan Kelly Clarkson skal syngja tjóðsangin áðrenn finaluna.
Tíðarmunurin millum okkum og USA ger, at finalan verður náttarsjónvarp, men tað ber til at fylgja bæði upphiting og sjálvum brakinum á rásini TV3+ frá klokkan 21.00 í kvøld.