Í kvøld hevur KÍ møguleika at vinna oddasessin

Útsetti dysturin í kvinnudeildini millum KÍ og B36 verður íkvøld

Klokkan 19.15 verður fyrsta bríksl í kvinnudystinum millum KÍ og B36. Talan er um útsettan dyst frá 27. august, tá ið sekstanda umfar var á skrá. Tá var KÍ upptikið av Europa Cup.

 

EBS/Skála er topplið við 48 stigum, og KÍ er næstfremst við 46 stigum. Hesi bæði liðini kappast um FM. EBS/Skála hevur spælt ein dyst meiri enn KÍ, sum við sigri í kvøld hevur møguleika at leggja seg á fremsta plássið.

Eitt skifti sá tað út til, at málmunurin kundi fáa avgerandi týdning í FM stríðnum. Eftir at KÍ spældi javnt í Gundadali ímóti HB er tað einki, sum bendir á, at málmunurin verður avgerandi. Undan dystinum í kvøld er málmunurin hjá EBS/Skála +62, og hjá KÍ er hann +78.

 

Sunnudagin var átjanda umfar. HB er á triðja plássi, og tey trý ovastu vunnu øll stórsigrar á heimavølli ímóti teimum trimum niðari á talvuni.

 

KÍ-B68 10-0 (4-0)

1-0: Rannvá B. Andreasen 9.

2-0: Maria K. Thomsen 21.

3-0: Sofía Purkhús 39.

4-0: Evy á Lakjuni 45.

5-0: Maria K. Thomsen 58.

6-0: Malena Josephsen 61.

7-0: Sigrid Jacobsen 73.

8-0: Hervør Olsen 76.

9-0: Rannvá B. Andreasen 88.

10-0: Malena Josephsen 92.

 

EBS/Skála-B36 8-0 (3-0)

1-0: Birna Johannesen 9.

2-0: Heidi Sevdal 10.

3-0: Durita Hummeland 26.

4-0: Durita Hummeland 49.

5-0: Heidi Sevdal 56.

6-0: Rakul Magnussen 61.

7-0: Ansy Sevdal 73.

8-0: Heidi Sevdal 88.

 

HB-ÍF/Víkingur 8-0 (6-0)

1-0: Rebekka Benbakoura 2.

2-0: Milja R. Simonsen 7.

3-0: Rannvá Mortensen 18.

4-0: Rebekka Benbakoura 34.

5-0: Rebekka Benbakoura 40.

6-0: Milja R. Simonsen 44.

7-0: Elin Maria Isaksen 58.

8-0: Elin Maria Isaksen 69.

 

Hóskvøldið klokkan 19.15

KÍ-B36: Petur P. Hentze