Í kvøld skal 20 ára gamla Monika Midjord Nolsøe royna seg í vakurleikakappingini Miss Universe Danmark.
Stóra finalan fer av bakkastokki klokkan 19, og um alt gongur, sum hon ætlar, verður hon kosin sum hin vakrasta og sleppur at umboða Danmark í risastóru altjóðu kappingini Miss Universe.
Hetta er meira enn ein vakurleikakapping
Fyri Moniku, sum er úr Vági, er Miss Universe meira enn bara ein vakurleikakapping.
- Fyrst og fremst er tað ein vakurleika kapping, tað kann man ikki goyma, men tað er eisini so nógv annað enn bara tað, sigur hon og greiðir frá:
- Vit blíva ikki bara dømdar eftir, hvussu vit síggja út, men eisini eftir hvussu væl vit duga at ganga catwalk, okkara persónligheit, hvussu vit eru yvir fyri øðrum, hvussu sjálvsikrar vit eru, og hvørjar dreymar vit hava fyri framtíðina hjá okkum, sigur Monika Midjord Nolsøe.
- Fólk eru glað mína vegna
Hon hevur fingi nógvar afturmeldingar, síðan hon kunngjørdi, at hon verður millum luttakararnar.
- Eg havi fingið ótrúliga nógvar positivar afturmeldingar frá familju og vinum, ið skriva, at tey eru glað mína vegna, og at tey gleða seg at fylgja mær á mínari leið. Eg fái eisini í heilum boð frá útlendingum, sum fylgja við, sigur Monika Midjord Nolsøe.