Tónleikarar eru Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul. Frásøgumaður verður Jógvan Elias Joensen.
Gerandisdagurin kann vera gráur, men hann kann eisini lýsa bjart. Summar løtur kunnu standa sum sólgláttar í minninum. Leirvíkar Bátasavn hjá Ossmundi Justinussen er eitt stað sum vekur nógv góð, ógloymandi minnir.
Àrliga jólakonsertina í snotuliga Bátasavninum er mest sum blivin ein traditión í Leirvík. Ì ár verður hon hildin sum kvøldseta við tónleiki og frásøgn. Byrjað verður klokkan 19.30 og eru tað Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul, sum fara at framføra tónleik. Sumt, sum tey fara at spæla, er úr teirra egnu CD, »Klassiskar tónleikarperlur«, sum tær fyri tveimum árum síðani góvu út.
Umframt verða spæld løg av millum annað Brahms, Potstock, Gade og Henrigues.
Jógvan Elias Joensen fer ar greiða frá um »Jólahald undir krígnum« – ein tíð, sum hevur sett síni spor hjá føroyingum í teirra ættarliði.
Øll vælkomin til ein drekkamunn við sveisikum heimabakstri. Eisini er høvið at keypa sær CD’ina hjá Moniku og Birgitte »Klassiskar tónleikaperlur« fyri serprís á kr. 100, um so er, at nakrar jólagávur skuldu mangla.
Atgongamerkir á kr. 80 fást við dyrnar, børn og næmingar hava ókeypis atgongd, siga fyrireikararnir.