Kvøldseta í Miðlahúsinum um brúðarvísur

Úrslitið av brúðarvísukappingini verður kunngjørt á almennari kvøldsetu, sum verður í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.

- Hetta er fyrstu ferð í meir enn 100 ár, at brúðarvísur eru yrktar.

Tað sigur Sláið Ring - landsfelag føroyskum dansi at frama - sum miðvíst hevur arbeitt fram ímóti at finna alternativ til gomlu brúðarvísurnar, sum eru tungar at fáa at ganga í brúdleypum nú á døgum.

Í vetur hevur Sláið Ring skipað fyri eini brúðarvísukapping.

Fimm uppskot komu inn. Sláið Ring setti eina dómsnevnd at gjøgnumganga uppskotini og at senda trý til dansifeløgini til ummælis. Dansifeløgini mettu um hesi trý uppskotini og sendu sína metan til Sláið Ring.

- Í mars gjørdu nevndin í Sláið Ring og dómsnevndin eina endalig niðurstøðu, ið bygdi á metingina hjá dómsnevndini og dansifeløgunum.

Skráin fyri kvøldsetuna í Miðlahúsinum í kvøld verður, at fyrst bjóðar formaðurin í Sláið Ring, Rasmus Joensen, vælkomið, og síðani fer Jóan Pauli Joensen, professari, at greiða frá, hvønn týdning brúðardansur og brúðarvísur høvdu og hava í fleiri føroyskum brúdleypum.

Jóan Pauli hevur skrivað bók um brúdleypssiðir í Føroyum.

Rasmus Joensen fer at hugleiða um, hví hann metir, at brúk er fyri alternativum brúðarvísum. Eisini fer hann at greiða frá arbeiðnum at fáa fólk at yrkja brúðarvísur.

Dómsnevndin fer at kunngera vinnararnar, og virðislønir verða handaðar.

Umleið klokkan 20 verður kaffisteðgur, har høvi verður at práta saman. Eftir steðgin fer Hanus G. Johansen, ið hevur gjørt lag til eitt av uppskotunum, at syngja nøkur ørindi.

Síðani fáa yrkjararnir høvi at greiða frá teirra arbeiði við yrkingini. Hvørjar tankar teir hava gjørt sær, og teir koma eisini inn á lagið, teir hava valt.

- Kvøldsetan endar við, at farið verður upp á gólv at kvøða nýggju brúðarvísurnar, sigur Sláið Ring.