Kvarta millión í bót

Ákæruvaldið hevur handað fronsku skiparunum sektaruppskot.

Ákæruvaldið hevur handað fronsku skipunum, sum í gjár vórðu tikin fyri at fiska í stongdum øki, sektaruppskot á millum 50.000 og 75.000 krónur hvør.


Talan er um tey fýra skipini Halten Bank II, Bressay Bank, Cap Saint Georges og André Leduc. Í øðrum miðlum hevur verið ført fram, at talan er um skip, ið hava tilknýti til føroysk feløg, men sambært ákæruvaldinum, so er einki, ið bendir á, at skipini hava nakað føroyskt tilknýti.


Grundgevingin fyri at áleggja skiparunum umborð á skipunum bøtur er, at føroyskir myndugleikar hava kunnað franskar og ES myndugleikar um bráðfeingis veiðibannið, og tí áttu skipararnir at vita, at teir fiskaðu ólógliga. Tað tykist tó, at franskir myndugleikar ikki hava borið boðini víðari.


Ákæruvaldið vísir á, at ein dómur var feldur í landsrættinum í 1973, har eitt belgiskt skip fekk álagt eina bót á 50.000 krónur fyri at hava fiskað í stongdum øki, tí skipið hevði skeivar upplýsingar. Við støði í tí dóminum hevur ákæruvaldið valt at handa skiparunum á Halten Bank II og Cap Saint Georges 50.000 krónur hvør í bót.


Bæði skipini komu í føroyskt sjóøki leygarmorgunin klokkan 06.30 og vórðu tikin umleið eitt samdøgur seinni. Í tráð við dómin frá 1973 fáa skipararnir hvør sína bót á 50.000 krónur, tí mett verður, at teir áttu at fingið upplýsingarnar um veiðibannið frá fronskum myndugleikum.


Støðan er eitt sindur øðrvísi hjá hinum báðum skipunum, Bressay Bank og André Leduc. Bæði skipini komu til Føroyar 16. juni og leygardagin vóru eftirlitsfólk hjá Triton umborð, har tey kunnaðu um bannið og bóðu skipararnir um at vitja heimasíðuni hjá Vørn fyri fleiri upplýsingar. Tí metir ákæruvaldið, at skipararnir áttu at vita um veiðibannið, og handar teimum tískil eina hægri bót á 75.000 krónur hvør.


Føroyskir myndugleikar hava eisini lagt hald á reiðskapin og lastina umborð á tiknu skipunum. Umborð á Cap Saint Georges legði løgreglan hald á reiðskap fyri 225.000 krónur, meðan hald varð lagt á reiðskap fyri eitt virði á 215.000 krónur umborð á Halten Bank II. Harumframt varð hald lagt á veiðuna hjá báðum skipum, ið varð mett at hava eitt virði á 22.100 krónur.


Umborð á André Leduc legði løgreglan heild á reiðskap fyri eitt virði á 278.000 krónur, meðan hald varð lagt á reiðskap fyri 307.000 krónur umborð á Bressay Bank. Eisini á teimum báðum skipunum varð hald lagt á lastina, ið hevði eitt virði á 2.309 krónur.