Fartelefonin. Tey flestu eiga eina, mong ynskja sær eina, tó eru enn nøkur, ið ikki kunnu torga tær. Fyri nøkrum mánaðum síðani, hoyrdi eg til tann síðsta bólkin, men nú hoyri eg til fjøldina av fartelefoneigarum. At byrja við ognaði eg mær hana, tí eg av arbeiðsávum ikki kundi verða hana fyri uttan. Men tá hesin tørvur var burtur, var vorðið áfast; eg hevði fingið ein eyka likamslim. Nú svarar alt døgnið; hon liggur á borðinum, meðan eg eti, er heft í mær, tá ið eg gangi og er eisini fastur gestur við songarstokkin. Bert eitt stað í húsinum er friðað, og her sleppur tú, kæri lesari, sjálvur gita. Haldið mær til góðar, ikki fyri at rósa mær sjálvari, men eg sløkki altíð fartelefonina, tá ið eg eri á konsert, á fundi og aðrastaðni, har fartelefonin betur áttu at verðið bannaðar.
Eg eri av tí slagnum, sum altíð havi skund, serliga um morgnanar, og so hendir meira enn so, at eg gloymi ting eftir; lyklar, mappu, rokningar o.s.fr., men enn er tað ikki komið fyri, at eg havi gloymt fartelefonina. Um nøkur sálarlig staðfesting skal gerast út frá hesari mótsøgn, ynski eg at gera hana sjálv: eg havi tørv á at kunna seta meg í samband við onnur fólk, og kanska serliga, at onnur fólk kunnu seta seg í samband við meg. Í sjálvum sær einki løgið, hevði tað verið øvugt, varð eg uttan iva skýrd serskøltur og heimføðingur. Hvat kann ein fartelefon, sum vanligar telefonir ikki kunnu? Ein kann senda sms, spæla spøl, fara á alnótina, senda teldupost og uttan iva mangt annað, ið eg ikki veit um. Fyri mítt viðkomandi avmarkar nýtslan seg eisini til at tosa og senda sms, eg kenni ikki til allar hinar møguleikarnar og havi ei heldur tørv á teimum. Teir veruligu serfrøðingarnir á økinum eru tey ungu; í hesum fermingardøgum eru tað nokk fleiri, ið hava fartelefonir ovast á ynskilistanum og nógv teirra fáa uttan iva ynskið eftirlíkað. Fáur gevur sær kanska far um, at tað, ið kostar mest er nýtslan av telefonini og ikki skrokkurin. Soleiðis frættist úr Íslandi, at nógvir ungdómar eru komir út í fíggjarligt óføri, tí tey megna ikki at gjalda teirra telefonrokningar og summi skylda fleiri túsund krónur til telefonfyritøkurnar.
Tá ið plágan av álvara byrjaði at gera um seg her heima broyttist býarmyndin eisini; allastaðni hoyrdust ymisk undarlig ljóð koma upp úr taskum og lummum, alt frá Bach til skríggjandi techno sum um fólk royndu at yvirganga hvønn annan í teirra uppfinnsemi, og torført var at fáa eygnakontakt við fólk, ið tú hitti á gøtuni, tí tey vóru so upptikin av at senda sms. Til stóran ampa fyri fólk sum meg sjálva, sum onga áttu og tí bert vóru uppøstir eygleiðarar til hetta fólkaslagið í drýpti høvur og tosaði hart. Nú gevi eg mær ikki so nógv far um tað. Tað er við fartelefonini, sum við øllum øðrum nýggjum vørum; nøkur fá eru pionerar á økinum og eftir stutta tíð fylgir ?band-wagon? skarin við. Við øðrum orðum: fyrr østu fleiri seg inn á færri, nú øsa fá seg inn á fleiri.
Vit hava í mong ár verið í einari sokallaðari samskiftisøld, har stórur partur av okkara gerandisdegi snýr seg um samskifti via telefon og teldu, hvør í sínum lagi. Og allastaðni sær ein samstundis tilboð um dugnaskapsskeið í samskifti. Tað tykist løgið, at jú fleiri og betri amboð vit hava at samskifta við, jú størri er tørvurin á at læra seg at samskifta við onnur. Hetta kann tykjast vera ein mótsøgn. Og tó. Samskiftið við onnur snýr seg ikki bert um orð. Í veruleikanum sigst bert 7% av samskiftinum at snúgva seg um orð, restin er raddarnýtsla, andlitsbrøgd, kropsrørslur, myndbragð, eygnakontakt. Sostatt avlesa vit okkara meðmenniskju ikki bert út frá tí, tey siga og hvussu tey siga tað, men einamest út frá andlitinum og kroppinum. Eitt tað besta dømið um hetta er kanska teir ?gomlu? teknifilmarnir við t.d. navnframa Andrass Dunnu. Hann, ella dunnan hon, segði ikki eitt einasta orð, men vit øll, børn sum vaksin, amerikanarar sum føroyingar, skiltu, hvat hann ?segði?, tí vit hoyrdu raddarnýtsluna og sóu allar kropsrørslurnar. Men hugsa tær til, hvussu nógv tú hevði fatað, um tú tosaði í fartelefon við Andrass?
Men nú eru eisini ráð fyri tí. Tann nýggjasta uppfinningin á tí skjótt broytandi fartelefonmarknaðinum eitur lcd, hetta stendur fyri liquid crystal display. Um ikki so langa tíð kunnu vit ogna okkum eina fartelefon við skermi og í honum síggja viðkomandi, vit tosa við. Nakað, ið leingi hevur verið væntað. Men enn eru tað bert japanesararnir, ið kunnu síggja hvønn annan meðan teir tosa. Hetta gevur fartelefonini eina heilt nýggja dimensjón, og gevur okkum okkurt fyri eygað eisini. Kanska vit so kunnu avlesa 50% av framsøgnini ístaðin fyri tey bert 7%? Stór framgongd. Hinvegin missa vit so frælsi til at hava morgungron, stýrifjøður, býta negla, snerkja og pilka nøs meðan tosað verður. Loyvi mær at ivast, um mín fartelefon verður fastur gestur við songarstokkin. Kanska eg ikki skal lata meg plágast alla tíðina.