Við vøllin á Toftum standa fleiri stórir sjónvarpsbussar við merkinum »Digital Vision« á. Hvør teirra er betri útgjørdur enn hin við tekniskari útgerð.
Á takinum stinga stórir parabolar upp í loft. Uttanfyri standa í hópatali av kassum við upptøkutólum, inni í bussinum er teknisk útgerð til redigering og framleiðslu av sjónvarpi fyri hundraðtúsundtals krónur.
Tvey av hesum tólunum eru til slowmotion-upptøkur av einum dysti. Summi upptøkutól taka sær av teirri breiðu myndini, meðan onnur fylgja nærdystum, tacklingum og andlitsbragdinum á spælarum og áskoðarum.
Her krevst skjótleiki og ein vitan um, hvat sjónvarpshyggjarin ynskir at síggja. Og tað er júst hesar royndirnar, sum Peter Belmark hevur fingið sær hesi seinastu 10 árini sum slowmotion-operatør, sum tað eitur.
Hann er bert ein av mongum, sum tryggjar fótbóltshugaðum sjónvarpshyggjarum eitt gott upplivilsi av hvørjum einstøkum dysti. Hesi fólkini hava arbeitt nógv saman og eru so líðandi komin at kenna hvønn annan sera væl.
- Vit hava arbeitt so væl og so nógv saman gjøgnum tíðirnar, at vit vita noyaktiga hvat hvør einstakur ger. Eingin okkara er yvir hinum og eingin undir.
- Forholdið okkara millum er tí eisini so gott, at vit kunnu siga tað vit vilja við hini. Vit eru eitt gott team, hóast vit eru freelansarar og koma ymsastaðni frá, sigur Peter Belmark.
Seinnapartin í gjár vóru hann og starvsfelagar hansara í ferð við at draga káplar, rigga upptøkutólini til og tryggja alt tað tekniska undan dystinum móti Skotlandi í kvøld.
Umaftur og umaftur
Túsundtals áskoðarar verða uttan iva til dystin á Svangaskarð í kvøld. Øll fáa ikki henda møguleikan, og mugu tí sita frammanfyri sjónvarpsskíggjan og fylgja dystargongdini.
Rundan um vøllin standa 10 upptøkufólk og gera sítt ítasta til at sjónvarpshyggjarar í Føroyum, Skotlandi og mongum øðrum londum fáa alt við í dystinum.
Aftanfyri hesi 10 upptøkufólkini er haraftrat ein hópur av øðrum fólkum til arbeiðis, millum annað Peter sjálvur sum hevur eina einstaka uppgávu at loysa í kvøld:
Uppgávan hjá honum er at spæla umaftur í slowmotion nakað av tí, sum hendir í dystinum. Her kann til dømis verða talan um eitt fríspark, eitt mál ella eina rangstøðu sum teir so vísa aftur og aftur úr fleiri vinklum.
Fótbóltur er jú ein ítróttargrein við nógvum nærdystum. Hesir kunnu lættliga gerast í so heitir, og tá er skjótt at leikararnir missa seg burtur eina løtu og so kann eitt slag ella spark koma fyri.
Tað er ikki altíð at dómarin sær hetta, men her er møguleiki hjá upptøkufólkunum at fanga eina tílíka støðu. Aftaná ber so til eitt nú at leikbanna viðkomandi, ið framdi ógerðina út frá tí sum upptøkurnar vísa.
- Talan verður tó ongatíð um at broyta úrslitið av einum dysti!
Floyt ella ikki-floyt
Í einum landsdysti stendur nógv uppá spæl, og dómari og linjuverjar hava túsund viðurskifti at halda eygu við.
Tað slepst neyvan undan, at teir ikki fáa alt við, og har kann ein góð upptøka vísa, um dómarin floytaði tá hann skuldi ella ikki.
- Hetta hava vit møguleika at vísa aftur fyri teimum, sum sita og hyggja eftir dystinum heima við hús, sigur Peter.
Meginpartin av arbeiðstíð sínari er Peter við slowmotion-tóli sínum í samband við fótbóltsdystir, men gera eisini mong onnur arbeiðir.
- Leygardagin skal eg inn á Idrætsparken í Keypmannahavn, har speedway-grandprix er á skránni, sigur Peter.
Ljósið úr erva
Hetta er fyrstu ferð at Peter er í Føroyum í slíkum ørindum. Hann kom higar undan dystinum móti Italia, fór ein lítlan túr aftur til Danmarkar eftir dystin, men var uppá pláss aftur mánakvøldið.
At gera upptøkur á Tórsvølli, niðri í Europa, við ein hondbóltsdyst í eini danskari ítróttarhøll og ein dyst á Svangaskarði er jú hvør sítt.
Men, hvussu er so at gera upptøkur her í Føroyum – krevur tað ikki okkurt heilt serstakt av myndafólkunum?
Júst hetta við sjálvum upptøkunum er ikki beinleiðis arbeiðið hjá Peter. Hetta arbeiðið taka onnur sær av.
Tey eru øll sjálvandi spent eftir, hvussu veðrið er til ein dyst her í Føroyum. Leygarkvøldið var heldur váttligt, men í kvøld verður hinvegin sagt frá sól.
- So tú skilir, at her eru umstøðurnar heilt ymiskar hjá upptøkufólkunum. Tí tað er í roynd og veru ikki annað ljós á stadion enn tað, sum kemur úr erva. - Tí kann tað verða eitt sindur trupult at fáa alt hetta at hóska saman við upptøkunum. Men heldur veðrið sær allan dagin, fáa vit nakrar ótrúliga vakrar myndir av Svangaskarði, lovar Peter.
Inzaghi var IKKI rangstaddur
- Vit eru fult greiðir yvir tær umstøðurnar, sum dómarin arbeiðir undir. Og satt at siga, hava vit djúpa virðing fyri teirra arbeiði, tí tað kann ikki altíð vera eins lætt at taka røttu avgerðina, sigur Peter Belmark.
Eftir dystin móti Italia vóru mong á Tórsvølli sum ivaðust í, um Inzaghi var rangstaddur, tá hann skjeyt fyrra málið.
Trupulleikin er mangan hann, at dómarin skal taka eina rætta avgerð í brøkparti av einum sekundi um ein spælari er rangstaddur í somu løtu, sum avleveringin fellur.
Hóast Peter og hansara starvsfelagar hava drúgvar royndir í hesum, kunnu teir viðhvørt sjálvir vera í iva um rætt varð dømt.
Men tá talan er um Italia-dystin er Peter ikki í iva:
- Inzaghi var IKKI rangstaddur. Tað vísa myndirnar í slowmotion púra greitt, sigur Peter.
Hann riggar skíggjan til, og prógvar yvirfyri tíðindafólkunum at rætt er í hesum pástandi:
- Den var go’ nok!