Kvinna skal heiðrast

Tríggjar kvinnur í Grønlandi, Karo Thomsen Fleischer, Tukummeq Qaavigaq og Asii Chemnitz Narup, hava skotið upp at stovna ein grunn, sum skal fíggja eina bók um kvinnuna Arnarulunguaq, sum var við á teirri stóru sleðuferðini hjá Knud Rasmussen í Grønlandi. Asii Chemnitz Narup sigur við grønlendska útvarpið, at eftirtíðin hevur gloymt kvinnuna á ferðini, og at hon hevur annað uppiborið. Arnarulunguaq var borin í heim í Qaanaaq í 1896, og hon doyði 2. oktobur í 1933. Arbeiðið at savna tilfar til bókina er byrjað, sigur KNR.