Amerikanska løgreglan hevur handtikið eina kvinnu, sum er undir illgruna fyri at hava framt krígsbrotsverk í Bosnia í fyrru helvt av nítiárunum. fjølmiðlar skriva, at kvinnan varð tikin í statinum Kentucky fyrr í vikuni, og at hon væntandi verður send til Bosnia, so hon kann koma fyri rættin har.
Tann handtikna kvinnan eitur Azra Basic og er 52 ára gomul. Hon er ættað úr Kroatia og er undir illgruna fyri at hava framt krígsbrotsverk ímóti serbiskum borgarum í 1992.
Amerikanski varaløgmálaráðharrin, James Arehart, sigur við fjølmiðlarnar, at Azra Basic er millum annað undir illgruna fyri dráp og píning í juni í 1992.