Kvinnan ákærd fyri manndráp

Kvinnan, sum hevur verið skuldsett fyri at hava stungið klaksvíkingin Martin Jacobsen í Hvide Sande so meint tann 16. september í fjør, at hann doyði, er nú ákærd fyri manndráp. Martin Jacobsen varð fluttur á sjúkrahúsí Århus, men doyði har nakrar tímar seinni.

Tann 54 ára gamla kvinnan hevur viðgingið, at hon førdi knívin, men hon noktar seg seka í manndrápi. Hon bleiv tikin heima hjá Martini Jacobsen drápsdagin og hevur sitið í varðhaldi síðani. Málið hevur verið hjá løgregluni í Ringkøbing og varð herfyri latið statsadvokatinum í Viborg til støðutakan. Hann hevur nú ákært kvinnuna fyri manndráp eftir grein 237 í revsilógini, sum gevur minst fimm ára fongsul.

Málið kemur fyri rættin í Herning, men rættardagurin er ikki ásettur enn.